Umrøða/Tiltøk
- September 2018:
- Tann 14. september luttók eg í einum útgávutiltaki í Rit & Rák, ið bæði hátíðarhelt, at krabbabøkurnar fyltu 10 ár umframt at 6 nýggjar krabbabøkur vóru útgivnar. Ein av krabbabókunum var Katrin í Toftum, ið eg havi skrivað. Meira kann lesast um tiltakið her: 2018-09_Krabbarnir 10 ár.
- Nov./Des. 2017:
- Í døgunum 28. november til 3. desember luttók eg sum gestahøvundur í Orkney í samband við verkætlanini Many Voices, ið felagsskapurin Scottish Pen stendur fyri. Verkætlanin snúði seg í stuttum um at varpa ljós á mál, sum fá fólk tosa/lesa/skriva, og hvussu tað er at vera høvundur í einum slíkum landi. Meiri kann lesast á hesum leinki: Gestahøvundur í Orkney. Eisini kann m.a. samrøða við meg og Alison Miller hoyrast her.
- November 2017:
- Silja Aldudóttir: “Annika í Dímun – ein sagnarkvinna sleppur til orðanna”. Grein í Skúlablaðnum 6/2017. Greinin stendur eisini í Bókajól 2017, Sosialurin 15. november. Greinin kann lesast her: 2017-11_Silja Aldudóttir_Grein í Skúlablaðnum 6-2017
- Mars 2017:
- Grein í Skúlablaðnum har tosað verður við bókavørð Lis G. í Jákupsstovu um mest læntu flokssett frá NÀMI seinastu árini. Sambært hesum hava Rani I og II báðar ligið á TOPP 10-listanum yvir mest læntu bøkur í 2015 og 2016. Rani I – Ein nýggj byrjan hevur ligið nr. 1 á listanum bæði í 2015 og 2016, meðan Rani II – Vár og vónir hevur ligið sum nummar 3 í 2016.
- Turið Kjølbro hevur skrivað greinina, sum kann lesast her: Rani I og II_Flokssett_NÁM.
- November 2016:
- Tann 24. november 2016 luttók eg í einum tiltaki við heitinum Sjeystjørnur í Bartskerstovu, nýumvældu húsunum hjá Katrinu Christiansen í Brisnagøtu í Havn. William Heinesen var føddur í hesum húsinum, og heitið á tiltakinum hevur tilsipingar til skaldsøgur hansara “Tornið við heimsins enda” (sum William skrivaði á kvistinum á ovastu hædd) og “Móðir sjeystjørna”, tí báðar skaldsøgurnar snúgva seg um kærleika av ymsum slag. Og júst kærleiki er ein av felagsnevnarunum fyri tær seks stuttsøgurnar, ið vóru lisnar upp.
- Endamálið við tiltakinum var at varpa ljós á stuttsøgur og leita aftur til gamla frásagnarsiðin, har mann tey myrku kvøldini savnaðist í stovuni at lurta eftir søgum. Tiltakið fór fram á øllum trimum hæddunum í húsinum við einum upplesara, sum fortaldi tvær stuttsøgur. Áhoyrarnir vórðu deildir upp, soleiðis at byrjað varð á øllum trimum hæddunum í senn. Síðan fluttu áhoyrarnir frá einari hædd til aðra at lurta eftir hinum søgunum.
- Høvundar og søvn: Sólrun Michelsen: “Rottan“, Ingun Christensen: “Skuggamyndir”, Sámal Soll: “Glasbúrið“, Arnbjørn Dalsgarð: “So hon starir inn í veggin“, Oddvør Johansen: “Svanirnir syngja” og Katrin Ottarsdóttir: “Aftanáðrenn“.
- Frásøgufólk: Gunnvá Zachariassen, Hans Tórgarð og Mariann Hansen.
- Fyriskiparar: FarLit, Hafnia og Norðurlandahúsið.
- Juli 2016:
- Tann 9. juli 2016 luttók eg í tiltakinum Við Brúnna við Streymin, har eg las søguna “Eiturkoppaprinsessan” fyri børnunum.