2018 September: Havnartindur, Klubbin & Kunoyarnakki

Leygardagin 15. september upplivdi eg fjøllini á Kunoynni fyri fyrstu ferð. Fjallatúrurin fevndi um trý fjøll: Havnartind (818m), Klubbin (644m) & Kunoyarnakki (819m). Eg hevði onga hóming av, hvat bíðaði mær. Hugsaði bara um at fáa flugubein. Til tykkum, sum ikki eru kunnug við hesar serligu fjallaorðingar, so merkir flugubein bert at fáa fleiri fjallatindar á listan, um tú ætlar tær at ganga øll fjøllini runt í Føroyum ella kanska ein part av teimum. Túrurin fór at vera langur, varð man kunnaður um – einar 9-10 tímar – um bátur kom eftir okkum, og vit skuldu hava lummalygt við, um nú skuldi hent, at bátur ikki kundi koma, og vit máttu ganga heim í myrkri.

Eg avheintaði Gurið Samuelsen, gongumakkaran hjá mær, og so drønaðu vit norðeftir klokkan gott 08:20 – vit skuldu vera í Kunoy kl. 09:00. Á Magnstøðini í Syðrugøtu skuldi ein týsk dama við okkum, sum fegin vildi uppliva ein gongutúr í føroysku fjøllunum. Hon var fjallarennari og í góðari venjing. Men kortini, ein sannur elddópur, má eg siga, at fara í Kunoyarfjøllini sum eru nøkur av teimum hægstu í Føroyum. Men hvørki hon, ella eg, sum havi gingið omanfyri tey 100 fjøllini á oyggjunum, vistu hvat túrurin fór at bjóða. Eg gleddi meg bert um hasi vælsignaðu flugubeinini, og at tvey av fjøllunum vóru á TOPP 10 fjallalistanum.

Vit hittust øll norðast í Kunoyarbygd væl skødd til henda langa túrin við fyltum ryggsekkum. Fimtan fólk íalt íroknað tveir ferðaleiðarar: Djóni Kunoy og Hanus F. Joensen. Nøkur av hesum fjallafólkunum var eg komin at kenna frá øðrum túrum, so tað varð heilsað og smátosað. Og so byrjaði túrurin. Um eg stutt skal lýsa Kunoyarfjøllini, sum eru millum tey hægstu í Føroyum (6 teirra á TOPP 10 fjallalistanum), so er tað:

Grátt, rátt, flott, við brá av grønum, áleypandi og stórfingið.

Vit gingu nakað niðaná, áðrenn vit byrjaðu at ganga eftir brøttu fjallasíðuni yvir á Havnartind. Hetta var ikki bara bara. Og tá eg aftaná hugdi yvir á fjallasíðuna, sýntist tað óskiljandi, at hetta veruliga skuldi bera til.

Burtursæð frá einum lítlum æli ta einu løtuna var turt við sólglottum. Útsýnið ein sonn fragd, meðan vit gingu longur niðaná.

 

14.1_Sjálvandi eina selfie on the way_20180915_115433~2
Ein selfie við Kalsoynni aftanfyri er ikki á hvørjum degi.

Loksins kom man upp á Havnartind og harvið eitt flugubein ríkari fyri ikki at tala um upplivilsið. Her var matarsteðgur og myndatøka, áðrenn farið var víðari.

Fyri at sleppa av Havnartindi og yvir á Klubban, máttu vit ganga gásagongd eftir einari smalari gongurók á fjallasíðuni – sí myndina omanfyri. Eg má viðganga, at hetta var stórsta avbjóðingin fyri meg á túrinum. Tað var um at halda tunguna mitt í munninum, savna seg um at seta ein fót fyri og annan eftir. Til høgru hugdi eg so slettis ikki, sum var brattlendi beint útav. Tá vit endiliga sluppu burtur frá hesum brattlendinum, mátti eg hava mær ein vatnsopa at væta bæði munn og háls. Ein onnur ruta var á hinari síðuna, fekk eg at vita, sum var nógv truplari enn hendan, vit høvdu gingið á. Nei, hendan var einki afturímóti og kallaðist tí “Baby-rutan”. Eg má viðganga, at eg einki hevði havt ímóti einari “Pre-Baby-rutu” í hesum førinum

Spegilsblanka vatnið á hálsinum, har gongurókin endaði var balsam fyri sálina, aftaná hendan í so spennandi túrin. Og sjálvandi máttu nakrar speglmyndir takast. Síðan gekk leiðin upp á Klubban. Her mátti klintrast og brúkast reip fyri at sleppa uppá. Hetta var ein avbjóðing hjá summum. Men hetta gjørdi mær ikki mun. Knappliga var eg djørv sum ein onnur fjallageit. Turri hálsurin og gongurókin vóru søga. Eg kom upp á Klubban, sum umframt eitt fantastiskt útsýni eisini hevur sjáldsaman plantuvøkstur. Møguliga orsakað av, at seyður ikki sleppur til. So um tey tvíbeintu eisini lata hann fáa frið, kunnu øll vit, sum koma upp á Klubban áhaldandi njóta hesa vøkru samansjóðing av ymiskum plantum, sum nú høvdu latið seg í heystbúnan, nú ligið var so langt út á árið.

Frá Klubbanum gekk leiðin til triðja og síðsta fjallið, nevnliga Kunoyarnakk. Her var lætt og gott at ganga uppá. Eisini var flott útsýnið yvir á Kalsoynna, har tað ælaði ta einu løtuna.

So kom man endiliga upp á Kunoyarnakk. Og triðja flugubeinið í hús!!! Ein jarnpláta er skrúva føst í ein stein haruppi tætt við, har varðin stendur. Her skuldu sjálvandi myndir takast av okkum sjálvum og fantastiska útsýninum, ið var kryddað av sníkjandi kvøldroðanum. Eisini høvdu vit tann seinasta matarsteðgin, áðrenn túrurin umsíðir gekk heimeftir.

Felagsmynd á Kunoyarnakka

Vakur er kvøldarroðin á veg oman aftur.

Fyri at sleppa oman til lendingina máttu vit aftur ganga eftir smalari rók og síðan hálvavegna ganga/síga oman, meðan hildið var í einum reipi. Eisini ein avbjóðing hjá summum. Men vakur var sólarroðin at síggja niðri á lendingini, har báturin lá útfyri og bíðaði eftir okkum.

121.1_Báturin er komin eftir okkum_20180915_194734~2

Tað súgaði ov nógv inni við landi, til at báturin kundi leggja at, so gummibátur kom eftir okkum at sigla okkum út til bátin. Tað eydnaðist at fáa okkum øll umborð í øllum góðum, hóast tað aldaði óført í sjónum. Troytt, men glað fjallafólk aftaná ein umleið 11 tímar langan fjallatúr, ið bjóðaði okkum avbjóðingar av ymiskum slag.

Ein væleydnaður og fantastiskur fjallatúrur at enda komin saman við góðum fólki og dugnaligum ferðaleiðarum. Eg eri so himmalsglað, at eg ikki visti, hvat bíðaði mær av avbjóðingum á hesum túrinum, ella hevði eg kanska verið eina fantastiska uppliving fátækari.

130._20180915_202117

  • Trýst á myndirnar, um tú ynskir at síggja tær í størri stødd.