2018 September: Middagsfjall, Kúvingafjall & Lítlafjall

Tann 27. september var eg uppi á Middagsfjalli (805m), Kúvingafjalli (830m) og Lítlafjalli (471m) saman við Elias Hansen og Ingvard Fjallstein. Vit høvdu ein sera góðan túr við Elias sum ferðaleiðara. Veðrið var turt við sólglottum og lítið og einki av vindi. Uppi á Middagsfjalli heilsaðu vit upp á 3 mans frá Bulgarien. Útlendingar, sum søgdu seg ikki hava brúk fyri ferðaleiðara. Meira djarvir (kanska yvirdjarvir) enn eg og Ingvard, sum búgva á oyggjunum, men ikki høvdu farið akkurát hendan túrin uttan ein staðkendan. 

Kavafølv uppi á Middagsfjalli og kalt, men lítið av vindi . Frá Middagsfjalli gingu vit eftir tiltiknu Hvítu Rók yvir á Kúvingafjall. Vit komu framvið skarðinum millum Middagsfjall og Kúvingafjall, ið eisini hevur stórbært útsýnið bæði eystur og vestur. Haðani gingu vit undir Hvítu Rók og víðari upp á Kúvingafjall. Eins og á Middagsfjalli er tindurin ein grýtutur slætti, men nógv størri. Kann í fyrstu syftu vera meinlíkur einum mánalandsslagi. Men her var einki kavafølv, hóast Kúvingafjall er 25 metrar hægri enn Middagsfjall. 

Vit gingu yvir til hægsta punkt, sum er ein steinur við steinplátu. Á einari av hjáløgdu myndunum kann lesast, hvat stendur á. Eitt fantastiskt útsýnið frá Kúvingarfjalli. Og serligt gjørdist hetta eisini, tí hetta var seinasta fjallið hjá Ingvardi í TOPP 10, og hann var sum vera man ógvuliga glaður um hetta, sum eisini sæst á myndunum :). 

Á veg oman rann eg yvir á Lítlafjall fyri líka at fáa eitt triðja flugubein, sum báðar hinir fjallagarparnir longu høvdu fingið í hús. 

Túrurin vardi umleið 5 ½ tíma – fóru avstað umleið kl. 13:30 og vóru niðri aftur við bilarnar umleið 19:10, tá ið sólin setti. 

Her eru nakrar myndir frá túrinum. 

5_Útsýnið frá Middagsfjalli yvir á Kúvingafjall t.v. og Teigafjall t.h.
Útsýnið frá Middagsfjalli yvir á Kúvingafjall t.v. og Teigafjall t.h.
8
Útsýnið frá Middagsfjalli yvir á Borðoynna og langt har frammi sæst partur av Viðoynni
9
Útsýnið frá Hvítu Rók á veg yvir á Kúvingafjall
24_Kúvingafroskurin uppi á Kúvingafjalli
Her skoðar Kúvingafroskurin yvir sundið og Borðoynna
20
Eitt fantastiskt útsýnið frá Kúvingarfjalli

21

30
Sníkjandi skýming