Lesihugskot

Lesihugskot

Summarfrí í hondum, og tað er uttan iva fleiri enn eg, sum dáma væl at lesa ikki bara í summarfrítíðini, men at lesa yvirhøvur. Eg havi valt tríggjar bøkur, sum eg havi lisið fyri stuttum: 

  1. Biernes hemmelige liv eftir Sue Monk Kidd
  2. The Lake House eftir Kate Morton
  3. De urolige eftir Linn Ullmann

Serliga Biernes hemmelige liv er ein rørandi søga um ungu Lily Owens og gongur fyri seg í sunnara partinum av USA mitt í 1960´unum, tá ið m.a. rasuskilnaður og mismunur leikaði hart á. Sjálv er Lily hvít, men hevur eina afro-amerikanska barnagentu, sum hon hevur havt, síðan hon misti mammuna sum fýra ára gomul. Og akkurát deyðin hjá mammuni hevur ein týdningarmiklan høvuðsleiklut í lívinum hjá Lily og ávirkar hana á ymiskan hátt. Ein vælskrivað rørandi og humoristisk bók. 

The Lake House strekkir seg yvir næstan eina øld – frá 1911 til 2004. Ein bók har fortíðin og núðtíðin verða tvinnaðar saman á ein bæði spennandi og áugaverdan hátt. Húsið Loeanneth, ið liggur í Cornwall, stendur tómt og vekir forvitni í politistinum Sadie Sparrow, tá hon hoyrir søguna um ein smádrong, ið hvarv haðani fyri góðum 70 árum síðani. Einki spurdist til horvna smádrongin aftur, og Sadie setur sær fyri at loysa gátuna, sum eisini hevur samband við kenda høvundan Alice Edevane, ið bølir yvir sínar loyndardómar, tá hon sum ung genta saman við familjuni búði á Loeanneth. 

De urolige snýr seg í høvuðsheitum um minnir og brot úr lívinum hjá Linn Ullmann, har tú sum lesari fær innlit í, hvussu hon kendi tað at veksa upp við tveimum kendum foreldrum – sjónleikaranum Liv Ullmann og leikstjóranum Ingmar Bergman. Tvey kreativ foreldur, har yrkisleiðin hevði alt at siga – var ein lívsstílur, har eitt barn kanska ikki passaði so væl inn. Ein áhugaverd og rørandi bók. 

Sera ymiskar bøkur, men fangandi á hvør sín hátt. Meira fæst at lesa um bøkurnar við at trýsta á bókaheitini. 

Allar tríggjar bøkurnar kunnu lænast á Býarbókasavninum í Havn. 

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s