At skriva - At skapa, Bøkur, Blog

Skýming og skapan

20180228_184220~3

Dagarnir styttast, og veturin sníkir seg spakuliga inn yvir okkum. Hóast mær betur dámar várið við sínum spírandi lívið og blómandi summarið við sínum ljósum nætum, so er eisini nakað serligt við ilsliga heystinum og kalda myrka vetrunum. Tann myrka tíðin gevur rúm fyri grundan og innhugsan. Eg fái tað eitt sindur sum snigilin – at krúpa inn í húsan. Men tað er ikki tí, at myrkrið ella kuldin ger meg tungan í huga. Nei, várið, summarið, sólin og fríska luftin frá ljósu tíðini hevur løtt mær orkuna til ta myrku tíðina, sum nú gongur mær í møti.

Tað er hesa tíðina, at best riggar hjá mær at sita og skriva – eingin skínandi sól, bláur himmal ella lokkandi grønar líðir og fjallatindar, sum órógva skrivihugin – ið hvussu so er ikki á sama hátt sum í ljósa partinum av árinum. Hugflogið fær sítt egna lív har í húsanum. Tankar gerast til skrivandi orð, setningar, reglubrot, síður … og í besta føri til eina stuttsøgu ella bók.

Hetta er eisini ein tann besta tíðin at balla seg undir eitt teppi á sofuni við einari bók, meðan stearinljósini blaktra í vindeyganum, og regnið ella kavin slær inn ímóti rútinum í skýmingini. Ja, einari bók, tí einki er sum at sita við bókini í hondini. Lata seg fanga av stavum, setningum, reglubrotum, blaðsíðum, sum føra teg inn í ein annan heim. Heimin hjá søguni. Í besta føri skal hon helst fanga teg, eg meini, hvat er líkasum meiningin annars við at lesa eina bók. Eitt sindur sum eta eina dessert, sum ikki gagnast. Nei, tað má vera eitt njótilsi á ein ella annan hátt. 

Fyrr plagdi eg, hóast ein bók ikki fangaði, at lesa hana í enda í annan, tí eg nú vildi fullføra tað, eg var farin í gongd við. Soleiðis er ikki longur. Eg kann strekkja meg at lesa upp til eitt ávíst tal av síðum, men um søgan tá ikki fangar, so verður bókin løgd saman. Hon verður ikki goymd á bókahillini, har eg annars goymi allar lisnar bøkur – summar tó betri enn aðrar, skal eg tó viðmerkja, men kortini bøkur, sum á ein ella annan hátt hava fangað meg. Tær bestu, kann eg finna upp á at lesa umaftur, tá ið ein tíð er fráliðin. Nei, tann bókin, ið ikki fangar meg, fangar kanska onkran annan, so hon verður koyrd á Reyða Kross ella givin onkrum. Bøkur brennur mann ikki ella koyrir í skrell. Virðing skal vísast teimum, tí líkamikið um hon fangar ella ikki, so hevur ein høvundur sitið í tímar og brúkt sítt hugflog og sína orku at skriva nakað, sum uttan iva hevur havt týdning fyri hann. Nógvir høvundar leggja sína sál ella ein part av sínari sál í tað skrivaða orðið. 

Eg havi onkuntíð fingið spurningin, hvat eg vil, at lesarin skal fáa burturúr mínum bókum. Í byrjanini, tá eg var at kalla ein spírandi høvundur – ja, eg eri tað kanska framvegis – vríggjaði eg tær gráu heilakyknurnar fyri at koma við einum góðum svari. Ja, hvat var líkasum boðskapurin í søguni? Hvat vildi eg, at lesarin skuldi fáa burturúr? Eg eri við tíðini komin til tað niðurstøðu, at tað má lesarin sjálvur um. Eg haldi, tað vera so nógv meira áhugavert at hoyra, hvat lesarin hevur fingið burturúr at lesa eina av mínum bókum, enn hvat eg haldi, at lesarin skal fáa burturúr. Vit eru øll so ymisk, at ymiskt verður, hvussu vit tulka tað, vit lesa, og hvat vit fáa burturúr. Men eitt, sum eg vóni, tað er at fanga lesaran við mínum bókum. Í besta føri rúnarbinda hann. Tann kenslan er tann besta, tá ið ein verður fullkomiliga hugtikin av onkrum, um tað so er ein bók, tónleikur, filmur, málningur ella bara Guds undurfulla náttúra. 

Eg skal viðganga, at eg skrivi av reinari egoismu, tí eg kann ikki lata vera. Eg skrivi í veruleikanum fyri meg sjálvan. Eg fái hugskot og íblástur av ymiskum, sum hugtekur meg, og fær hugflogið í gongd. Tað kann vera alt frá, hvat eyguni síggja og lesa, hvat oyruni hoyra, hvat sinnið sansar og upplivingar av ymiskum slag. Viðhvørt veit eg í veruleikanum ikki, hvar sumt kemur frá. Kanska frá einum ósjónligum heimi, har tilvitskan í veruleikanum hoyrir heima, um mann trýr upp á slíkt. Tilvitskan er í hvussu er ósjónlig, kunnu vit vera samd um, men hon er har. Knappliga er ein tanki har. Eitt orð, ein regla ella meir. Men tað er eitt sindur sum at ansað einum urtagarði. Tú mást arbeiða við hugskotinum, íblástrinum, orðinum ella reglunum, ið koma til tín. Tað má dyrkast fyri at veksa og blóma, ella følnar tað burtur og verður til einki. 

20181108_083956-EFFECTS-EFFECTS

Eg havi lært at hava virðing fyri mínum hugskotum. Eg skrivi tey flestu niður, tí ella verða tey gloymd í øllum tankanetinum, sum vit øll eru fangaði í dagliga. Eg byrji at dyrka tey. Sumt fær ávøkstur – tað veksur, tað blómar og gert til eina søgu – eina stuttsøgu, skaldsøgu, eina bók, sum í besta føri kemur út. Tá kann eg veruliga síggja gongdina frá tí ósjónliga hugskotinum/tankanum til tað sjónliga lidna verkið – skapanini. Tað gevur mær størri nøgdsemi, at menna eitt hugskot til tað er liðugt, enn at okkurt liggur og savnar dust í skuffuni, ella liggur óvirki inni á telduni. 

Tað áhugaverda er, at tað lidna verkið, er ikki mítt einsamalt, hóast eg havi hasa kensluna av, at tað er mítt. Gevur mann bøkur út á einum forlagi, sum eg havi gjørt, so koma fleiri hendur og ikki minst heilar at seta ein ávísan dám á verkið. Ritstjórarnir eru teir fyrstu. Viðmerkingar, ráð og kanska broytingar, sum eg serliga í byrjanini av høvundavirksemi mínum helt vera sera frustrerandi. Hví kundu teir, ritstjórarnir, ikki bara vera samdir í tí, eg hevði skrivað? Og so var eg í summum førum als ikki samd við teimum. Hatta “pingpong” samspælið eri eg við árunum vorðin dugnaligari til – billi eg mær inn – og havi eisini lært at seta prís upp á, hóast tað framvegis til tíðir kann kennast frustrerandi. Eg havi lagt til merkis, at við at lurta og taka til tín av konstruktivum kritikki, mennist tú sum høvundur – og óiva eisini sum menniskja. Skapanin, sum er handritið, verður í flestu førum betri. Eg havi so nøkurlunda lært at lurta eftir og taka til mín, men tað vil ikki siga, at eg eri vorðin ein nikkidukka. Nei, als ikki. Tá ið eg ikki eri samd, grundgevi eg altíð fyri hví. Og tað má altíð vera soleiðis, at tað sum skal broytast ella vera verandi, sum tað er, lyftir søguna og ger hana betur. 

Teir næstu, ið koma inn í myndina so at siga, eru myndprýðarnir. Kanska skulu teir bert myndprýða eina permumynd ella fleiri myndir í sjálvari bókini. Aftur eitt “pingpong” spæl fer í gongd millum meg og ritstjórarnir viðvíkjandi myndunum. Hvat dámar mær. Hvat dámar teimum. Hvat riggar best. Vegurin kann til tíðir sýnast langur og knortlutur, men vit koma altíð á mál, havi eg lagt til merkis nú aftaná 11 bøkur. Vit toga øll sama veg – nevnliga at koma í mál. Handrit og myndir verða sett upp á telduni og so til prentingar. Og so standi eg eina tíð seinni við lidnu bókini í hondini. Mínari bók, sum eg sjálvsøkin hugsi. Men forlagið við ritstjórum, myndprýðarar og prentsmiðja hava eisini sett sín dám á bókina. Tað bilar kanska heldur ikki, tí eg dugi hvørki at tekna/myndprýða ella prenta eina bók. 

Eg kann tó altíð ugga meg sjálvan í mínum sjálvsøkni, at søgan er mín. Hana kann eingin taka frá mær hóast viðmerkingar og ráð, tí eg havi skrivað ella skapt søguna og lagt ein part av mínari sál í hana. 

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s