Bøkur, Blog, Lesihugskot

Hugskot til vetrarlesnað

Vetrarlesnaður 2020

Einki er sum at hava eina góða bók millum hendurnar hesa myrku tíðina, har veðrið oftani kann leika í uttanfyri. Til tykkum, sum dáma væl at lesa, og kanska mangla hugskot til onkra góða bók, so havi eg fýra bøkur, ið eg kann viðmæla, og sum eru nakrar av teimum, eg havi lisið nú í heyst/vetur:

  1. Folkets Skønhed (Merete Pryds Helle)
    • Hetta er ein ættarkrønika grundað á familjusøguna hjá høvundanum sjálvum. Ein áhugaverd og fangandi bók, sum m.a. lýsir livikorini hjá hesara og øðrum familjum í 1930´unum, har familjurnar oftani vóru stórar, men pengarnir lítlir.
  2. Dødevaskeren og Skyggedanseren (Sara Omar)
    • Hetta eru tvær bøkur, har mann fylgir gentuni Frmesk, frá tí hon verður fødd í einari lítlari landsbygd í einum av tí mest radikala islamiska partinum av Kurdistan, og til hon gert vaksin kvinna og kemur at liva bæði í Danmark og Týsklandi. Tvær sera áhugaverdar, fangandi og eisini skelkandi bøkur, ið lýsa eitt nú kúgaðu kvinnukorini og kvinnuáskoðanina, har islam er mest víðgongt.
  3. The Clockmaker´s Daughter (Kate Morton)
    • Ein av mínum yndishøvundum – Kate Morton – hevur skrivað hesa hugtakandi og fangandi bókina um eina heimleysa smágentu í London mitt í 1800 talinum, ið verður so at siga ættleidd og lærd upp sum tjóvur. Um 17 ára aldur hittir hon ein ungan listamálara og gert hansara listadís. Saman við honum og øðrum listafólki kemur hon eitt summar til vakra húsið Birchwood Manor, har hesi ungu listafólkini ætlandi skulu hava eitt listarligt uppihald. Men bylgjurnar leika, tí øvundsjúka o.a. lúrir í skuggunum. Ein ung kvinna verður dripin, og ein onnur hvørvur uttan spor. Tátíð og nútíð flættast, har nútíðin roynir at finna greiðu á, hvat veruliga hendi hatta summarið, og hvar handan horvna kvinnan bleiv av.
    • The Clockmaker´s Daughter er umsett til danskt (Urmagerens datter), um mann heldur vil lesa á donskum enn enskum.

Góðan lesihug 🙂

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s