Blog

Eitt apotekaraborð gjørdist til eitt sofaborð

 

20201221_205819

Søgan aftanfyri hetta gott 140 ára gamla apotekaraborðið er nokk so serlig.

Eg fekk borðið í januar/februar í ár (2020), tá ið ruddað varð út í barndómsheiminum hjá mammu og teimum trý núlivandi systkjunum av átta. Jóannes mammubeiggi sáli hevði átt tað. Hann fekk tað frá systkinabarninum Odmar Olsen sála sunnudag 14/9-1986 og avheintaði borðið 16/9-1986 sambært notati. Eisini hevur hann skrivað niður, at borðið hevur verið grønt og træbukkurin, har borðplátan hevur ligið á, hevur verið hægri, men einir 15 tummar eru sagaðir av. Jóannes mammubeiggi hevði stóran áhuga fyri øllum møguligum gomlum, so tá ið hann fekk eyga á hetta gamla træborðið við sínari serstakari søgu, kann eg ímynda mær, at eyguni hava glógvað sum stjørnur.

Odmar Olsen arvaði tað eftir mammuni Ninnu, ið var abbasystir mín. Ninna arvaði tað eftir pápa sín, Òla Jákup Olsen (f. 1866 – d. 1935), ið var langabbi mín. Sambært Ninnu Saltstein, dóttir Odmar, keypti Óla Jákup langabbi borðið á uppboðssølu í Havn í 1913, tá ið Olaf Finsen, apotekari, fluttu aftur til Danmarkar. Borðið stóð alt tað, Ninna kann minnast, í spísistovuni hjá ommuni, til pápin arvaði tað. Sostatt hevur gamla apotekaraborðið verið í mínari familju í yvir 100 ár.

Hesin Olaf Finsen, sum upprunaliga átti apotekaraborðið, var fyrsti apotekarin í Føroyum. Hann gjørdist leiðari á Svane Apotek í Tórshavn, ið lat upp í 1883 sum eitt deildarapotek undir Svane Apotek í Keypmannahavn. Hann virkaði sum apotekari í Føroyum til 1913. Olaf Finsen var sonur Hannes Finsen, ið var amtmaður í Føroyum frá 1871 – 1884, og somuleiðis var hann beiggi Niels Ryberg Finsen, ið var føroysk-danskur lækni, og einasti føroyingurin higartil, sum hevur fingið Nobelvirðislønina.

Eg veit ikki, um míni eygu glógvaðu sum stjørnur, tá ið eg sá borðið, men tað var okkurt við tí, sum dróg meg. Eg hugsaði, at hatta hevði eg kanska kunnað fingið eitt spísiborð ella okkurt burturúr við einari ráðari útsjónd. Borðplátan var gomul, slitin, við skeinum og smáum fýrholum, sum hon tó er viðgjørd fyri, fyri mongum árum síðani. 

Eg havi pussað, lakkerað við mahognilakki og aftur pussað, til borðplátan fekk endaliga viðgerð við klárum verjandi gólvlakki. Og nú stendur gott 140 ára gamla apotekaraborðið sum sofaborð í mínari stovu á svørtlakkeraðum marmorbeinum. Marmorsofaborðið er koyrt út, uttan beinini, ið vóru pussaði og lakkeraði við svørtum skipslakki.

Eg visti ikki, tá ið eg fekk borðið, at tað eisini goymdi upp á eina familjusøgu. Tað einasta, eg hevði at byrja við, vóru notatini hjá Jóannesi mammubeiggja. Takka verið Ninnu Saltstein, fekk eg at vita, hvussu gamla apotekaraborðið upprunaliga kom í familjuna. Hetta hevur bara hækkað virðið av borðinum í mínum eygum.

Eg eri so sera glað fyri mítt nýggja gamla sofaborð. Tað er rátt, tað er slitið, men tað hevur sál og (familju)søgu og er eisini – haldi eg – nokk so sjarmerandi.

20200310_16032520200310_16062420201219_170524Borðplátan liðugt viðgjørd

20201220_14512220201219_172356

Notatir hjá Jóannesi mammubeiggja

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s