Bøkur, Blog, Gávuhugskot, Lesihugskot

Tíðarleysar sagnarkvinnur

Sagnarkvinnur

Hesar fýra sagnarbøkurnar komu út í ávikavist 2017, 2018 og 2019. Tær eru grundaðar á gamlar føroyskar sagnir og ymiskt skjalatilfar, men eina mest á hugflog.

Tað serliga eyðkennið við søgnini er

  • at tað er skaldskapur av mannamunni – t.v.s. eru munnligar frásagnir frá einari ætt í aðra. 
  • at tað eru frásagnir um fólk, ið veruliga hava livað, og um hendingar, ið hava verið. Tað er tí altíð ein kjarni av sannleiki í søgnini, hóast hon ikki kann metast sum ein rein søgulig kelda, tí søgnin sjálvandi er merkt av teimum, sum hava sagt frá.
  • at hon altíð er bundin at einum persóni, staði og tíð – hóast tíðin ikki altíð er neyvt fest ella í summum førum kanska er vorðin meira kám við tíðini. 

Sagnir vera býttar upp fýra ymisk sløg: Persónssagnir, Huldusagnir, Upprunasagnir og Ferðasagnir. 

Bøkurnar hjá mær mugu sigast í høvuðsheitum at vera grundaðar á persónssagnir, har ein kvinna hevur høvuðsleiklutin. Bókin Løgmansdóttirin á Steig er, umframt at vera grundað á søgnina Løgmansdóttirin í Vágum, eisini grundað partvíst á sagnirnar Seyðamaðurin á Sondum og Trøllkonurnar við Fjallavatn.

Bókin Katrin í Toftum er grundað á søgnina við sama navnið, sum umframt at vera bólkað sum ein persónssøgn eisini kann vera bólkað sum ein huldusøgn, tí har spæla nevnliga viðurskiftini millum tey kristnu og fornesku ein stóran leiklut.

Eg havi roynt, at verið nokk so trúgv ímóti sagnunum og tí skjalatilfari, eg havi funnið, og havi síðani spunnið tað inn í mínar søgur við vón um, at senda lesaran á eina spennandi gandakenda ferð í annan heim.

Allar fýra bøkurnar fáast eisini sum ljóðbøkur. 

Heldur tú hetta ljóðar áhugavert, so kanst tú lesa meir um bøkurnar her á heimasíðu mínari við at trýsta á leinkjurnar niðanfyri:

Annika í Dímun

Katrin í Toftum

Løgmansdóttirin á Steig

Húsfrúgvin í Húsavík

Bøkurnar fáast í bókhandlum kring landi og á Bókamiðsøluni.

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s