Ja, hvat er samanhangurin millum passión og pínslu? Tí orð eru ikki bara orð. Tey merkja nakað og kunnu hava ymiskan týdning alt eftir í hvørjum samanhangi, tey verða brúkt.
Eisini knýta vit bæði myndir, kenslur og týdning at orðum. Tað gjørdi eg í hvussu er, tá ið eg las hesa yvirskriftina á Portalinum herfyri: “Ávara móti ávísum PÍNSLUfruktum”, tí ov nógv cadmium var staðfest í fruktunum, ið verða seldar í Føroyum.
Eg havi ikki hoyrt um PÍNSLUfruktir fyrr, so ígjøgnum høvdið á mær flugu tankar sum: Var hetta okkurt slag av frukt, ið kundi geva pínu? Ella var hetta kanska onkur frukt ímóti pínu?
Men, men, men, tá ið eg las longri í tekstinum, var talan um PASSJÓNSfrukt … = PÍNSLUfrukt á føroyskum … Passjón = pínslu … eg mátti sláa upp í Sprotanum, og jú mín sann, orakkulið svaraði: passionsfrugt = pínslufrukt.
Og víðari sambært orakkulinum, er passion á donskum umsett til føroyskt – sum nummar 1 sett í samband við “Jesus líðing og deyða” og sum nummar 2 við passjón. Á bæði donskum og enskum verður orðið “passion” sett sum nr. 1 í samband við passjón-kensluna og longri niðri á listanum í samband við “Jesus líðing og deyða”.
Kanska kemst hetta av onkrum slagi av mentanarmuni? Vit føroyingar búgva so norðarlaga í kuldanum, har nátturan kann leika av grimd, at vit tíðum leggja lív og annað upp í hendurnar á hægri maktum, so handan PASSJÓNIN fellur okkum ikki eins natúrliga, sum hjá hasum heitu passjóneraðu suðurlendingunum … Nei, eg veit ikki … kanska hevði hasin føroyski orðasmiðurin bara naglakulda, tá ið hann týddi …