
Á Eysturoynni eru sambært Fjallalistanum 66 fjøll íalt. Slættaratindur er tað hægsta við 880 metrum (nr. 1 á Fjallalistanum) og sostatt eisini hægsta fjall í Føroyum. Høganes er tað lægsta við 115 metrum (nr. 340 á Fjallalistanum) og sostatt lægsta fjall í Føroyum.