Garðvættrarnir gera uppreistur

Garðvættrarnir gera uppreistur“Uff, puff, eg eri so gorhungraður, at eg kundi etið tríggjar fullar grýtur av rísgreyti,” tutlaði Hjalsvætturin og gníggjaði sær um búkin. “Áh búkurin. Hví hevur bóndakonan givið mær eina skál við turrum breyði og vatni hesar tríggjar morgnarnar? Uff, eg hati turt breyð og vatn.”

Einki er sum tað plagar at vera á garðinum, har garðvættrarnir Hjalsvætturin, Fjósvætturin, Loftsvætturin, Luftvætturin og Lítlivættur búgva. Arbeiðskonan Minna hevur tikið yvir í køkinum, tí bóndakonan liggur sjúk í songini, og tí eru garðvættrarnir gloymdir …

Og tí finna teir seg ikki í!

Við bókini fylgir fløga, har søgan er lisin inn, og sangirnir sungnir. Søguna lesur Elin á Rógvi, sjónleikari, og sangirnar syngja børn úr Eysturskúlanum í Havn undir leiðslu av Joannu Johansen og Paula Hansen, ið bæði eru lærarar og tónleikarar. Høvundurin Ingun Christensen hevur gjørt løgini, og Pauli Hansen hevur skrivað nótar og besifringar.

Høvundur: Ingun Christensen.

Barnabók * Aldur: 5-9 ár * 66 síður * Myndprýtt: Allan Korsager Davidsen * Útgávuár: November 2010 * Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags

Umrøða

  1. Desember 2010:
    • Beata L. Samuelsen:  “Garðvættrar gera uppreistur á jólum”. Grein í Dimmalætting desember 2010 og kann lesast her: 2010-12_Grein í Dimmalætting

Upplestur

  1. Desember 2010: 
    • Upplestur í Barnaútvarpinum (KVF). Upplesari: Elin á Rógvi

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s