Rani I – Ein nýggj byrjan

4. Rani IRani flytir út á bygd saman við mammuni og systrini. Pápin og mamman eru skild, og nú skal Rani byrja av nýggjum á heilt øðrum staði og finna sær aðrar vinir. 

Hetta er ikki lætt, tí at fleiri av nýggju floksfelagunum hyggja at honum við alt annað enn blíðum eygum. Tað hevur við sær, at samstundis sum Rani skal berjast við longsulin eftir pápanum og sorgina yvir, at foreldrini ikki longur eru saman, skal hann eisini stríðast við at fóta sær í spildurnýggjum umhvørvi. 

Høvundur: Ingun Christensen.

Barnabók * Aldur 9-12 ár * 80 síður * Myndprýtt permu: Herdis Jakobsen * Útgávuár: Juni 2014 * Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags.

Bókarøð við 2 bókum:

  • Rani I – Ein nýggj byrjan
  • Rani II – Vár og vónir

Bókin kann keypast í bókhandlum og í Bókamiđsøluni.

August 2016: Bókarøðin um Rana fæst nú eisini sum ljóðbøkur her.

Umrøða

  1. Mars 2017:
    • Grein í Skúlablaðnum eftir Turið Kjølbro har tosað verður við bókavørð Lis G. í Jákupsstovu um mest læntu flokssett frá NÀMI seinastu árini. Sambært hesum hava Rani I og II báðar ligið á TOPP 10-listanum yvir mest læntu bøkur í 2015 og 2016 á Miðdeildini. Rani I – Ein nýggj byrjan hevur ligið nr. 1 á listanum bæði í 2015 og 2016, meðan Rani II – Vár og vónir hevur ligið sum nummar 3 í 2016. Greinin kann lesast her: Rani I og II_Flokssett_NÁM.
  1. Juni 2014:
    • Samrøða við Elin í Stórustovu í sendingini Summarmorgun (KVF) í samband við barnabókina “Rani I – Ein nýggj byrjan”. Samrøðan kann hoyrast niðanfyri: 

Upplestur

  1. Oktober 2015 – Upplestur: 

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s