Villingardalsfjall

Tann 29. september vóru eg og gongumakkarin Gurið Samuelsen uppi á Villingardalsfjalli (841m) og fingu sostatt tað síðsta fjallið í Topp 10 – tey 10 hægstu fjøllini í Føroyum. Túrurin byrjaði heldur ilsliga í vindi og regni. Men sum vit gingu vóru glottar, har sólin kagaði fram. 

Ein fantastisk kensla, tá ið vit loksins stóðu uppi á Villingardalsfjalli. Eg hevði í vikuni næstan runnið fjallamarathon fyri at uppliva hesa stóru løtuna. Heili 4 fjøll í Topp 10 hevði eg tikið:  Mánadagin 24/9 tóku vit Urðafjall á Kunoynni, umframt at eg á heimvegnum eisini tók Slættaratind – Gurið helt ikki, at ein túrur haruppi fyri umleið 33 árum síðani taldi við, so har fór eg pressandi í upp hagar í hørðum vindi og fekk harafturat eitt ordans regnæl á meg uppi á sjálvum tindinum. Hósdagin 27/9 tók eg Middagsfjall og Kúvingafjall á Kunoynni saman við Elias Hansen og Ingvard Fjallstein, sum á hesum túrinum sjálvur fekk Topp 10. 

So hetta var ein stór løta fyri okkum báðar, sum sjálvandi skuldi  hátíðarhaldast. Lítla sjampanjufløskan varð latin upp og plastikkgløsini tikin fram. Vit vóru so hepnar, at tað var turt og sólglottar, meðan vit vóru uppi á tindinum, hóast vindurin var bítandi kaldur.  Á heimvegnum fingu vit nøkur regnæl á okkum, men kenslan var góð. Málið at fáa Topp 10 í ár, var klárað. 

Her eru nakrar myndir frá túrinum. 

2.2_20180929_144849_HS
Á veg niðan á í tungum gráum veðri

 

38_Selfie_Skála í sjampanju Topp 10_20180929_155313_HS
TOPP 10
41.1_20180929_160341_HS
Stongdans á Villingardalsfjalli
70.1_20180929_162234_HS
Viðareiði froma above
76.1_20180929_170721_HS
Stórfingið sær tað út, sum tað brimar og slær inn á klettarnar