Henda nýskrivaða og spennandi bókin fyri børn/ung byggir á kendu søgnina um Anniku í Dímun, sum var søkt á Havnarvág í 16. øld, tí hon var skuldsett at hava beint fyri manni sínum dímunarbóndanum.
Søgan byrjar, tá Annika rennur fyri lívinum undan pápanum, sum hevur tapt hana í kortspæli til dímunarbóndan. Saman við gomlu Guðruni, sum hevur hildið hús hjá pápa Anniku, sýslumanninum, fer hon út í Dímun og verður matmóður har. Hóast hetta, hittist Annika í loyndum við Sjúrði, ið hon er góð við, og sum arbeiðir sum húskallur hjá pápa Anniku á Sandoy. Sonur bóndans, Tróndur, er tó alt annað enn fegin um Anniku, og hann roynir av øllum alvi at seta fótonglar fyri Anniku.
Høvundur: Ingun Christensen.
Bók fyri ung/vaksin * 88 síður * Myndprýtt: Edward Fuglø * Útgávuár: September 2017 * Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags
Bókin er partur av krabbarøðini hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags og Námi. Kann keypast í bókhandlum og í Bókamiđsøluni.
Desember 2017: Bókin um Anniku í Dímun fæst eisini sum ljóđbók og kann m.a. keypast á Bókamiðsøluni: Annika í Dímum.
Umrøða
- November 2017:
- Silja Aldudóttir: “Annika í Dímun – ein sagnarkvinna sleppur til orðanna”. Grein í Skúlablaðnum 6/2017. Greinin stendur eisini í Bókajól 2017, Sosialurin 15. november. Greinin kann lesast her: 2017-11_Silja Aldudóttir_Grein í Skúlablaðnum 6-2017
- Oktober 2017 – Umrøða/framløga:
- Tað er altíð stuttligt, tá tað, tú skrivar, verður lisið og ikki minst, sum í hesum førinum brúkt í einari uppgávu í skúlahøpi. Lilja S. Andreassen gongur í 8. flokki í skúlanum á Argjahamri og hevur gjørt eina skrivliga uppgávu í føroyskum, har hon valdi at skriva um nýggju bókina hjá mær “Annika í Dímum“. Í sambandi við uppgávuna skuldu næmingarnir eisini gera eina stutta framløgu á video. Upptøkan hjá Lilju viđ framløgu og ummæli er tøk niðanfyri:
3 thoughts on “Annika í Dímun”