Húsfrúgvin í Húsavík

Skaldsøgan Húsfrúgvin í Húsavík byggir lutvíst á søgnina, Húsavíkarbrøvini og annað skjalatilfar, men mest á hugflog. Søgan gongur fyri seg í 14. og 15. øld.

Meira kann lesast um tilgongdina og annað í samband við at skriva bókina á hesum leinki: https://inguncblog.com/2019/09/08/husfrugvin-og-logmansdottirin/

Brot úr søguni: Hóast bóndagarðurin ongantíð hevði verið snotiligari, fagnaði Arnóra ikki nýggja garðinum, sum so nógv onnur. “At gera alt so stórfingið fær okkum at sýnast hástór,” helt hon fyri. “Tað er sum at veittra við ríkidømi sínum, so øll skulu síggja.” “Tað er eingin orsøk at liva sum fátækafólk, um tú hevur ráð at liva sum greivi,” helt Guðrun fyri.

Høvundur: Ingun Christensen.

Bók fyri børn/ung/vaksin * 90 síður * Myndprýtt: Bjørk Jónheðinsdóttir Tróndheim*Útgávuár: September 2019 * Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags og NÁM.

Bókin kann keypast í bókhandlum og í Bókamiđsøluni.

Húsfrúgvin í Húsavík fæst nú eisini sum MP3 og kann keypast m.a. á Bókamiðsøluni.

Niðanfyri sært tú, hvat lesari/lesarar hava skrivað um bókina. Tú ert eisini vælkomin at skriva í viðmerkingarteigin niðast um bókini – viðmerking/ummæli.

1 thoughts on “Húsfrúgvin í Húsavík”

  1. Havi nú lisið enn ein bók hjá Ingun Christensen, bygd á kvinnur úr føroysku søguni.
    Hesa ferð um tiltiknu húsfrúnna úr Húsavík, ið er kend frá søgum og skjølum sum ein stolt, harðrend og ikki minst, manna millum, sum ein sera múgvandi kvinna.
    Í bókini hoyra vit um komandi húsfrúnna, Guðrun Sjúrðadóttir, sum við manni sínum Arnbirni og tveimum tænastukvinnum koma til Húsavíkar úr Noregi, tí maðurin skal taka við garðinum eftir pápan.
    Ikki fær hon nógvar vinir í oynni, við harðrenda framferðarhátti sínum, har tænastufólk millum annað uppliva, bæði at verða húðflongd og har tvær av tænastugentunum verða grivnar niður í holu, at standa í fleiri dagar. Hetta, sum straff fyri ikki at lýða boð hennara.
    Í øðrum førum sínir hon tó stóra handlikraft og dugnaskap, sum tá hon eftir stuttari tíð letur byggja bæði prýðiliga stokkastovu og trivaligt skip, upp á 19 metur til longdar. So stórt er hennara ríkidømi, at hon uttan himpr kann fáa tilfari til hetta, sum timbur úr Noreg og tigulsteinar úr Danmark

    Og frá byrjan av, verður ein sum lesari hugtikin av hesi kvinnu. Tó, hon ikki serliga sympatisk. Umframt at verða harðrend er hon eisini er hástór, sum tá tey finna eitt gullhorn, har hon tekur tað sum tekin um, at hon hevur gjørt rætt í at straffa tænastugentur sínar, sum hon hevur gjørt. Men ein kann tó ikki lata verða við at hava virðing fyri henni og er hon ein spennandi persónur at fylgja, gjøgnum alla bókina.
    Teimum, ið seta seg upp móti henni, gongst illa. Og sjálvt presturin, sum øll annars sýna so stóra virðing fyri, setur hon uppá pláss. Hann er ikki fegin um at hon setur húskallar til at leita eftir reka sunnudagar og spáar í kortum. So tá hann, við greiðari tilsiping, sigur við vermammuna at: “summir fremmandafuglar kunnu vera skaðafuglar” er hon skjót at svara, at: “í mínum landi er tað ikki bert prestur, sum dugur at lesa og skrivað”. Prestur gerst tó blíðari, tá hon umvælir garðin rundan um kirkjuna í bygdini og væntar hon umvæla prestasetur hansara á Sandi, eisini. Soleiðis eru tey geistligu, ofta til fals.
    Hugsi um, at í Føroyum, vóru tað sera fá, umframt prestarnar, sum dugdu at lesa og skriva, ikki bert tá, men meginpartin av tíðarskeiðnum, heilt upp til miðju 19. øld. So hon, ið bæði at lesa lesa og skriva, vil ikki undirleggja seg prestarnar ella aðrar menn, skilur ein. Og sama vil hon hava at verða galdandi um hon fær eina dóttur, sum fyrstfødda barnið. Hendan skal so arva garðin, sigur hon við vermammuna, sum ógvast við.
    Húsfrúgvin heldur heldur ikki so nógv um fátæku oyggjabúgvunum í Føroyum: “Kendi meg sum ein svana í einum dunnuhyli”, skrivar hon í brævi, sum er ein góð lýsing av, av kvinnuni, ið traðkar fram í bókini.

    Húsfrúgvin er altavgerandi høvuðspersónurin í bókini, tann ið ber søguna, tó onnur hava tó sín leiklut. Maðurin Arnbjørn, meira róligur (sjálvsagt um tey skuldu kunna hildið saman), men kann tó, sinniliga, geva henni nakað av mótspæli. Og millum hinar kann nevnast onnur arbeiðsgentan frá Noregi, Berit, sum er tann ið sær ta meira jaliga í øllum, eisini fremmanda landinum tey eru flutt til og oyggjarbúgvunum.
    Tvær hendingar eru serliga áhugaverdar og spennandi í bókini. Onnur, har hon noyðir arbeiðsfólki at fara at leita eftir manninum og øðrum, fangaðir í einari kavaódn. Her er tað hon sjálv, sum stendur fyri øllum ið skal skipast, eisini hvussu menninir skulu binda seg, fyri at halda saman í leitingini. Og fær hon eisini kvinnurnar at henta grót, sum verður hita á grúgvuni, at geva monnunum hita, tá teir koma aftur.
    Hin er, har rithøvundin hegnisliga, fær lýst hví tað endar við hon straffar arbeiðsgenturnar so ógvusliga, har tær verða grivnar niður. Orsøkin er tann, at tær tilvitað hava givið pinkusoni hennara kúgvamjølk, sum hon hevur sagt ongin skuldi geva honum, tí hann ikki toldi hesa.
    Eitt vet av tí yvirnatúrliga og spádómur (við Tarotkortum, vælsaktans), spæla ein ávísan leiklut í bókini. Og í endanum verður greitt frá at fólk leggjast sjúk við beinkrími – byrjanin til ræðuliga sóttina svartideyði, sum eisini rakti Føroyar meint hesa tíð.
    Bókin er partvíst bygt á skrivligt tilfar og so hugflogið hjá rithøvundanum – og eg kann hugsa mær, at tað saktans kundi verði skrivað ein enn longri søga, um húsfrúnna í Húsavík. Men hendan bókin hevur hóskandi longd og endin eisini passandi, har húsfrúgvin fer aftur til Noregs at vitja, við manninum og báðum børnunum, og har arbeiðsgentan Marit sigur, tá tey fara avstað at: “Nú er hon vorðin eldri og mildari við árunum”.

    Aftast í bókini er eitt hent eftirmæli, um hvat vit vita um søguligu Guðruna Sjúrðadóttir.

    Sum altíð hjá Ingun er málið leikandi og lætt. Har eru eisini herligt myndamál sum hetta: “sum ein prálandi skreytfuglur”. Aðrar tíðir skapa hugmyndir stemning, sum á vitjanini í Hetlandi, har tey drekka heitt te við hunangi í ella spádómurin vinkona Guðrunar kemur við, tá hon lesur hendur hennara og sum er í poetiskum formi.

    Í hesum bókum, hava myndirnar eisini stóran týdning. Og hesa ferð Bjørk Jónheðinsdóttir Tróndheim myndprýtt. Vakrar myndir, stundum við einum drag av romantikki yvir sær og aðrar tíðir meira dramatiskar, stuðla tær væl søgugongdina.

    Ein góð, áhugaverd, vælskrivað og til tíðir spennandi bók – hjá øllum at lesa.

    Liked by 1 person

Ger eina viðmerking