2010-2019

  1. November 2019:
    • Á Bókadøgunum 22.-24. november luttók eg tann 24. november í tveimum tiltøkum: Samrøðu og upplestri. Samrøðan hevði heitið Orð og list í føroysku barnabókini 2019, og har hevði Silja Aldudóttir samrøðu við Vár B. Jacobsen, Elin á Rógvu, Rakel Helmsdal og Ingun Christensen, undirritaðu, um nýggjastu bøkur okkara. Í næsta tiltakinum las eg upp úr bókunum Løgmansdóttirin á Steig og Húsfrúgvin í Húsavík.
  2. September 2019:
    • Tann 14. september luttók eg í Mentanardøgunum í Sunda Kommunu við útgávutiltaki, ið Bókadeild Føroya Lærarafelag hevði skipað fyri av trimum bókum: Marin fær ein lítlabeiggja, Løgmansdóttirin á Steig og Húsfrúgvin í Húsavík. Hugnaliga tiltakið fór fram í Hósvíkar skúla, har Silja Aldudóttir, marknaðarfólk á Bókadeild Føroya Lærarafelags bjóðaði vælkomin og presenteraði meg og mínar bøkur. Síðan var upplestur úr nýggju bókunum, og áhoyrarnir høvdu møguleika at ogna sær bæði nýggju bøkurnar umframt eldri bøkurnar, eg havi givið út. Bloggur frá tiltakinum við myndum sæst á hesum leinki.
  3. Mai 2019:
    • Tann 2. mai luttók eg í einari kvøldsetu í Hósvíkar skúla, sum Hvalvíkar bókasavn skipaði fyri. Ein sera hugnalig løta, har Eyð Matras hevði samrøðu við meg um bøkurnar, eg havi skrivað, og eg las brot úr søguni Gráhærdi maðurin úr stuttsøgusavninum Skuggamyndir. Janus Trúgvason undirhelt við tónleiki og sangi. Meira um tiltakið kann lesast her.
  4. Februar 2019:
    • Tann 3. februar luttók eg í einum tiltakið, sum Bátafelagið í Hósvík skipaði fyri. Sólvá Jónsdóttir og eg høvdu hvør sína framløgu. Sólvá fortaldi eitt sindur um Hósvíkar søgu, nær mann meinar fólk á fyrsta sinni settu búgv í bygdini v.m. Eg fortaldi um søgnina Katrin í Toftum, ið stavar hiðani úr bygdini, og tilgongdina at skriva bókina grundað á somu søgn, sum gjørdist nakað serligt, tí søgnin stavar úr mínari ætt. Ein sera hugnalig løta og stuttligt at sleppa at siga frá og áhugavert at lurta eftir tí, ið Sólvá fortaldi.
  5. September 2018:
    • Tann 14. september luttók eg í einum útgávutiltaki í Rit & Rák, ið bæði hátíðarhelt, at krabbabøkurnar fyltu 10 ár umframt at 6 nýggjar krabbabøkur vóru útgivnar. Ein av krabbabókunum var Katrin í Toftum, ið eg havi skrivað. Meira kann lesast um tiltakið her: 2018-09_Krabbarnir 10 ár.
  6. Nov./Des. 2017:
    • Í døgunum 28. november til 3. desember luttók eg sum gestahøvundur í Orkney í samband við verkætlanini Many Voices, ið felagsskapurin Scottish Pen stendur fyri. Verkætlanin snúði seg í stuttum um at varpa ljós á mál, sum fá fólk tosa/lesa/skriva, og hvussu tað er at vera høvundur í einum slíkum landi. Meiri kann lesast á hesum leinki: Gestahøvundur í Orkney. Eisini kann m.a. samrøða við meg og Alison Miller hoyrast her
  7. November 2016:
    • Tann 24. november 2016 luttók eg í einum tiltaki við heitinum Sjeystjørnur í Bartskerstovu, nýumvældu húsunum hjá Katrinu Christiansen í Brisnagøtu í Havn. William Heinesen var føddur í hesum húsinum, og heitið  á tiltakinum hevur tilsipingar til skaldsøgur hansara “Tornið við heimsins enda” (sum William skrivaði á kvistinum á ovastu hædd) og “Móðir sjeystjørna”, tí báðar skaldsøgurnar snúgva seg um kærleika av ymsum slag. Og júst kærleiki er ein av felagsnevnarunum fyri tær seks stuttsøgurnar, ið vóru lisnar upp.
    • Endamálið við tiltakinum var at varpa ljós á stuttsøgur og leita aftur til gamla frásagnarsiðin, har mann tey myrku kvøldini savnaðist í stovuni at lurta eftir søgum. Tiltakið fór fram á øllum trimum hæddunum í húsinum við einum upplesara, sum fortaldi tvær stuttsøgur. Áhoyrarnir vórðu deildir upp, soleiðis at byrjað varð á øllum trimum hæddunum í senn. Síðan fluttu áhoyrarnir frá einari hædd til aðra at lurta eftir hinum søgunum. 
    • Høvundar og søvn: Sólrun Michelsen: “Rottan“, Ingun Christensen“Skuggamyndir”, Sámal Soll: “Glasbúrið“, Arnbjørn Dalsgarð: “So hon starir inn í veggin“, Oddvør Johansen: “Svanirnir syngja” og Katrin Ottarsdóttir: “Aftanáðrenn“. 
    • Frásøgufólk: Gunnvá Zachariassen, Hans Tórgarð og Mariann Hansen
    • Fyriskiparar: FarLit, Hafnia og Norðurlandahúsið. 
  8. Juli 2016:
    • Tann 9. juli 2016 luttók eg í tiltakinum Við Brúnna við Streymin, har eg las søguna “Eiturkoppaprinsessan” fyri børnunum. 
  9. November 2015:
    • Tann 21. november 2015 luttók eg í Bókadøgunum í Norðurlandahúsinum, har eg las upp úr stuttsøgusavni mínum “Skuggamyndir”.
  10. November 2015:
    • Tann 12. november 2015 luttók eg í bókaframløgu í Sirkus í samband við stuttsøgusavnið hjá mær “Skuggamyndir”. Eisini luttók Arnbjørn Ó. Dalsgarð við stuttsøgusavni sínum “So hon starir inn í veggin”. Bókadeild Føroya Lærarafelag skipaði fyri tiltakinum.
  11. November 2014:
    • Eg luttók í Bókadøgunum í Norðurlandahúsinum, har eg las upp úr barnabók- ini “Rani I – Ein nýggj byrjan”.  Í hesum sambandi hevði Lydia Didriksen sam- røðu við meg og Helle Thede Johansen um m.a. tað at skriva samtíðarbøkur til børn. 
  12. November 2014:
  13. September 2014: 
    • Eg luttók í Mentanarvikuni hjá Sunda Kommunu, har eg las upp úr barnabókini “Garðvættrarnir gera uppreistur”. Í sambandi við tiltakið var Bókahúsið hjá Sámal Blak stillað upp í ítróttarhøllini á Felagsskúlanum á Oyrarbakka, har upplesturin fór fram. 
  14. Juni 2014:
    • Eg luttók í bókaframløgu í H.N.Jacobsens Bókahandli í sambandi við bók mína “Rani I – Ein nýggj byrjan”Bókadeild Føroya Lærarafelag skipaði fyri tiltakinum.
  15. Apríl 2014:
    • Eg luttók í spennandi tiltakinum “Kom og les”. Hetta var eitt tiltak, har rithøv-undar í eina viku (31. marts – 4. apríl) vitjaðu skúlar runt í Føroyum og lósu upp fyri skúlanæmingum, tosaðu um tað at skriva søgur og ymiskt annað. Tiltakið endaði leygardagin 5. apríl við einum stórum endabresti í Norður- landahúsinum við upplestri, sangi o.ø.(sí skrá her). Í sambandi við tiltakið hevð hevði Sámal Blak gjørt eitt áhugavert Bókahús grundað á skapningar o.a. úr ymiskum føroyskum barnabókum.  Eg vitjaði fimm skúlar:
    • Stranda skúli (3. – 7. flokk) – “Eiturkoppaprinsessan”.
    • Skála skúli (1. – 3. flokk) – “Eiturkoppaprinsessan”.
    • Fuglafjarðar skúli (3. flokk) – “Eiturkoppaprinsessan”.
    • Eysturskúlin (3. flokk) – “Eiturkoppaprinsessan”.
    • Skúlin við Løgmannabreyt (1. flokk) – “Garðvættrarnir gera uppreistur”.
  16. November 2013:
  17. September 2013:
    • Eg luttók í einum hugnakvøldi í Garnhúsinum á Oyri í samband við Mentanarvikuna hjá Sunda Kommunu (SK). Á skránni var upplestur, sangur og sjónleikur við tannáringum á dramaskúlanum í SK. Eg las nakrar av mínum yrkingum upp, m.a. “Trælabundin” (útg. í Kvinna í 2009).
  18. November 2010: