Skuggamyndir

SkuggamyndirStuttsøgusavn fyri ung/vaksin

Hesar níggju stuttsøgurnar hava støði í okkara gerandisdegi og samtíð. Tær flættast inn í hvørja aðra og vísa, at vit á ein ella annan hátt hava ávirkan hvør á annan. Tað, vit hoyra og síggja, fjalir tíðum nakað, sum vit einki vita um, ella bert kenna partvíst. 

Vit hitta unga drongin, sum roynir at liva upp til krøvini frá umhvørvinum; kvinnuna í reyða regnfrakkanum, sum fer til arbeiðis í línbúðini við eymum handliði; mannin við yvirskegginum, sum spakuliga er við at bróta út úr hylki sínum; myrkhærdu gentuna, sum kennir seg fangaða og hevur trupult við at finna fótafesti; tann brúnoygda mannin, ið kennir eyguni á síðumanninum at vera óunnilig; gomlu lærarinnuna, ið mátar og vigar øll í bussinum; gamla mannin, ið trúliga vitjar konu sína á ellisheiminum; ungu mammuna, sum stríðist við at fáa gerandisdagin at hanga saman, og tónleikaran, ið fær tey ungu kvinnuhjørtini at banka. 

Høvundur: Ingun Christensen.

Stuttsøgusavn * Ung / vaksin * 78 síður * Myndprýtt permu: Høgni Egholm Magnussen * Útgávuár Oktober 2015. Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags. 

Mál: 

Føroyskt – Svenskt

Skuggbilder_SE

Skuggbilder

Svenskt forlag september 2018: Fri Press * Týđari: Joakim Lilljegren * Myndprýtt permu: Sara Lundstedt.

Ummæli 

  1. Oktober 2018:
  2. November 2017: 
  3. Januar 2016: 
  4. Desember 2015 – Ummæli/Umrøða:

Umrøða

  1. Mars 2018:
    • Stuttsøgusavnið Skuggamyndir er nú týtt til Skuggbilder á svenskum og kemur ætlandi út í Svøríki í august 2018. Tað er svenskarin Joakim Lilljegren, ið hevur týtt stuttsavnið. Joakim Liljegren hevur skrivað eina grein, har hann m.a. greiðir frá gongdini at týða úr føroyskum til svenskt. Greinin er tøk her: 2018-03_Att översätta från färöiska_Grein_Joakim Lilljegren 

Upplestur

  1. Januar 2016: 

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s