Eg gleðist, hvørja ferð eg fái afturmelding frá lesarum – rís ella rós – hóast mær best dámar tað síðsta 😊
Í vikuni fekk eg eina heilt serliga afturmelding upp á stuttsøgusavnið Skuggamyndir frá einum lærara hjá einum 10. flokki á Tvøroyri. Tey høvdu lisið og arbeitt við savninum, og næmingarnir endaðu við at skriva eina stuttsøgu um bussføraran í stuttsøgusavninum. Tað serliga við hesum er, at hóast bussurin er tann sentrali pallurin, har søgugongdin gongur fyri seg, og teir níggju høvuðspersónarnir í hvørjari stuttsøgu koma fyri, so hoyrir mann ongantíð nakað um bussføraran. Hann koyrir bussin, men er ósjónligur í søgugongdini. Tað hevur so hesin 10. flokkurin á Tvøroyri bøtt upp á, og eg fekk sendandi søguna um bussføraran, sum ein av næmingunum hevur skrivað.
Eg havi fingið loyvið at leggja út afturmeldingina frá læraranum og søguna frá næminginum, sum tit kunnu ávikavist lesa niðanfyri og taka niður her: Bussførarin.
Hey Ingun,
10.fl. í Tvøroyrar skúla er júst liðugur at lesa og arbeiða við stuttsøgusavninum, Skuggamyndir. Teimum dámdu tað so væl og kundu eisini kenna seg sjálvi aftur í summum. Vit endaðu Skuggamyndir við, at tey skuldu skriva um bussførarin í sama stíli, sum tað var skrivað í stuttsøgusavninum. Eg sendi tær eina søgu um bussførarin, sum ein av næmingunum hevur skrivað.
Annars undraðu tey seg á, at drongurin við keppinum ikki er nevndur á aðru síðu, har hinir annars eru nevndir
Takk fyri eitt einastandandi vælskrivað savn, sum mann kann kenna seg aftur í, og sum hevur so nógv góð og ymisk evni, sum mann kann hugsa og práta víðari um – serliga í skúlanum!
Góða Ingun,
Hatta var stuttligt! Frálíkt við slíkum afturmeldingum. Tær eru alt ov sjáldsamar. Sera góð tileggjan at halda á at skriva, hevði eg hildið. Vit gleða okkum til at frætta frá tær aftur.
Vinaliga,
Niels Jákup
LikeLiked by 1 person
Takk fyri viðmerking, Niels Jákup – Tit fara uttan iva at hoyra frá mær aftur : )
LikeLike