Blog, Tiltøk

Eitt herðaklapp

Bókadagarnir 2022 eru farnir aftur um bak. Í ár gjørdust teir serliga hendingaríkir fyri meg. Mikudagin tann 16. november luttók eg í einum skúlatiltakið, sum Føroyar Lesa skipaði fyri. Eilen Anthoniussen hevði samrøðu við meg um nýggju ungdómsskaldsøguna Sólgrátur, sum Bókadeildin gav út í mai í ár. Aftan á høvdu uppmøttu næmingarnir høvi at seta… Continue reading Eitt herðaklapp

Blog

Mammudagur

Mammudagurin er farin afturum bak. Hann var síðsta sunnudag. Eg eri ikki voksin upp við, at hesin dagurin verður hildin sum ein fagnaðardagur. Av tí sama er hetta ikki ein dagur sum fyllir nógv í mínum huga, hóast eg sjálv havi verið mamma í yvir 21 ár ... og sjálv havi havt eina mammu enn… Continue reading Mammudagur

Útgáva

Útgávutiltak við drama

Í samband við nýggju ungdómsskaldsøgu mína Sólgrátur var skipað fyri útgávutiltaki í Reinsarínum í Havn týskvøldið 3. mai kl. 20:00. Eitt kvøld, sum hevði sín part av drama. Eg veit ikki, um tað var tí, at vinkan Eyð Matras við sínari sjónleikara bakgrund hevði samrøðuna við meg, ella um tað var heitið á bókini hjá… Continue reading Útgávutiltak við drama

Bøkur, Blog, Gávuhugskot, Lesihugskot

Tíðarleysar sagnarkvinnur

Hesar fýra sagnarbøkurnar komu út í ávikavist 2017, 2018 og 2019. Tær eru grundaðar á gamlar føroyskar sagnir og ymiskt skjalatilfar, men eina mest á hugflog. Tað serliga eyðkennið við søgnini er at tað er skaldskapur av mannamunni - t.v.s. eru munnligar frásagnir frá einari ætt í aðra.  at tað eru frásagnir um fólk, ið… Continue reading Tíðarleysar sagnarkvinnur

Blog

Eg síggi tað ikki – ergo passar tað ikki

Samansvørjingarteoriir sýnast at vera eitt vaksandi fyribrigdi. Talgildu miðlarnir gera tað lætt og óiva ómakaleyst at skriva/sleingja ymiskt út bæði um eitt og annað. Eg tími ikki at koma inn á valstríðið millum Trump og Biden, sum er so gjøgnumjaglað bæði so og so hesa seinasta tíðina í samband við ákærir um samansvørjing, valsvik v.m.… Continue reading Eg síggi tað ikki – ergo passar tað ikki