At skriva - At skapa, Útgáva, Bókadagar 2026, Bøkur, Samrøða, Tiltøk

Skúlatiltak á bókadøgunum 2026

Skúlatiltak á Bókadøgunum 2026
Myndir frá skúlatiltakinum, sum var á Bókadøgunum í Norðurlandahúsinum. Í samrøðu við Silju Aldudóttir greiddi eg frá bókarøðini Snjómánafólkið, sum er nýtt ungdómstríverk, ið gongur fyri seg í jarnøldini. Fyrsta bókin Rúnaspá kom í 2025, og onnur bókin Friðleys kom út í november 2026.

Í einari hvørvisjón sær 14 ára gamla Saga eina skjaldmoyggj við svørði og skjøldri. Saga hevur bara hitt hana eina ferð áður, men hon veit, at 

tær eru bundnar av blóði. Thyra Silfralitta doyði í tí stóra suðurlandskrígnum, og Saga lovar henni at føra beinagrindina heim aftur til Norðurlandið. Karis rúnulesari spáar, at ferðin verður vandamikil, og ræður Sagu til ikki at avdúka fyri nøkrum, hvør hon veruliga er.

Saga litar silvurlitta hárið, fjalir arrið í pannuni og ferðast einsamøll avstað saman við úlvinum Skinnhvíta. Hon ætlar sær í læru sum skjaldmoyggj hjá tí máttmiklu vølvuni í Vesturlandinum, eins og Thyra. Hon má læra at brúka vápn, og hon má vera til reiðar at gera alt, sum skal til.

Bókadeild Føroya Lærarafelags skipaði fyri tiltakinum í samstarvi við Norðurlandahúsið.

Skriva eitt svar