Marin og Hjartavætturin

Marin og HjartavætturinMarin er um 6 ára aldur og gongur í barnagarð. Besta vinkonan eitur Amalia, og tær spæla altíð væl, uttan tá okkurt hendir, so tær gerast óvinir. Foreldrini arbeiða nógv og hava ongantíð rættiliga tíð. So er gott at hava eina langommu,  sum altíð hevur tíð og ongantíð skund, og sum eigur ein hund og  eina heilt serligan vættur – ein Hjartavættur. Og eina kula barnagentu sum Randi, ið næstan altíð avheintar teg, uttan tá hon hevur gloymt tað. Randi hevur ringar í andlitinum og litar í heilum hárið í ymiskum litum. Eisini smyr hon neglirnar gular við svørtum stjørnum og øðrum undarligum. Og so sigur hon undarlig orð og finnur uppá ymiskt.  Ja, taðð hendir avgjørt ymiskt spennandi og løgið, tá man hevur eina barnagentu sum Randi.

Høvundur: Ingun Christensen.

Barnabók * Aldur 5-9 ár * 55 síður * Myndprýtt: Kathrina Skarđsá * Útgávuár: November 2018 * Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags.

Bókarøð við 2 bókum:

  • Marin I – og Hjartavætturin
  • Marin II – fær ein lítlabeiggja (Kemur út í 2019)

Kann keypast í bókhandlum, á Bókamiðsøluni og Bókaklubbanum.

  • BROT úr bókini kann hoyrast niðanfyri: 

Umrøða

  1. November 2018:

Ger eina viðmerking