Marin fær ein lítlabeiggja

9. Marin fær ein lítlabeiggja

Í hesi næstu bókini um Marina hendir ymiskt nýtt í lívinum hjá Marini. Hon skal byrja at ganga í skúla, og hóast hon er øgiliga spent, so er hon eisini eitt sindur bangin. Og so fær hon ein lítlabeiggja. Tað vendir eitt sindur upp og niður upp á tað heila. Hann grætur so illa, so at hvørki Marin ella foreldrini fáa sovið. Mamman er troytt og má sova um dagin. Pápin gloymir at greiða sær og koyrir ymisklittar hosur upp á føturnar. Og Marin, ja, hon heldur slettis ikki, at tað er so spennandi við einum lítlabeiggja, sum hevur klikk í búkinum og ætlar at selja hann á Facebook.  Mitt í øllum hesum er eisini Randi, barnagentan hjá Marini.  Hon fær reyðar prikkar av pinkubørnum, hevur hon sagt fyri Marini. Hetta og ymiskt annað stuttligt og spennandi hendir í aðru bókarøðini um Marin.

HøvundurIngun Christensen.

Barnabók * Aldur 5-9 ár * 56 síður * Myndprýtt: Kathrina Skarđsá * Útgávuár: Juni 2019 * Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags.

Bókarøð við 2 bókum:

  • Marin I – og Hjartavætturin
  • Marin II – fær ein lítlabeiggja (Kemur út í juni 2019)

Kann keypast í bókhandlum, á Bókamihttps://bms.fo/?CategoryCode=&SearchWord=ingun%20christensenðsøluni og Bókaklubbanum.

  • BROT úr bókini kann hoyrast niðanfyri: