
Skaldsøgan Løgmansdóttirin á Steig byggir á sagnirnar Løgmansdóttirin í Vágum, Seyðamaðurin á Sondum og Trøllkonurnar við Fjallavatn umframt annað søguligt skjalatilfar . Søgan gongur fyri seg í fyrru helvt av 18. øld.
Meira kann lesast um tilgongdina og annað í samband við at skriva bókina á hesum leinki.
Brot úr søguni: Tá ið løgmaður kom av aftur skipinum, var hann ógvuliga fáorðaður og fór beint inn á skrivstovununa hjá sær. Tá ið hann eftir drúgva løtu kom út aftur, fortaldi hann, at fransaskiparin hevði borið upp bønarorð. Hann vildi hava Elin Katrinu til konu. Løgmaður hevði roynt at greitt frá, at dóttirin var trúlovað øðrum manni. “Men tað var sum at sletta vatn á gás,” suffaði hann. “Eg fekk bjóðað bæði gull og silvur. Ja, eg hevði verið ríkasti maður í Føroyum, um eg seldi teg, Katrinna góða.” Løgmaður sendi dóttrini eitt sorgblítt smíl. “Hetta boðar ikki frá góðum,” mutlaði løgmansfrúan og bant bundnaturriklæðið tættari um seg.
Høvundur: Ingun Christensen.
Bók fyri ung / vaksin * 83 síður * Myndprýtt: Bjørk Jónheðinsdóttir Tróndheim*Útgávuár: September 2019 * Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags og NÁM.
Bókin kann keypast í bókhandlum og í Bókamiđsøluni.
Løgmansdóttirin á Steig fæst nú eisini sum MP3 og kann keypast m.a. á Bókamiðsøluni.