Virðisløn
- November 2022:
- Tann 20. november 2022 móttók eg Bókhandlaravirðislønina fyri handritið Vilstar Røtur í samband við, at eg vann skaldsøgukappingina, ið Bókhandlarafelagið lýsti í 2020. Við virðislønini fylgdi umframt ein peningaupphædd eisini ein útgávusáttmáli við Forlag H.N. Jacobsens. Inn komið íalt 9 handrit, og í dómsnevndini sótu Kári Árting, Marianna Hoydal og Bergur Rasmussen.
Ummæli
- Mai 2022:
- Arnbjørn Dalsgarð: Ummæli í Sosialinum 20. mai 2022 av “Sólgrátur” kann takast niður her: Sólgrátur_Lívið er strævið_Ummæli í Sosialinum 20. mai 2022
- Mai 2022:
- Olivia Reinert Joensen: Ummæli í Strok av “Sólgrátur” kann takast niður her: 2022-05_Ummæli í Strok_Sólgrátur
- Februar 2019:
- Bo Bjelvehammar: Resans formler och innehåll. Ummæli av “Skuggamyndir” í svenska mentanartíðarritinum Magasin Opulens.
- Oktober 2018:
- Rune Bengtsson: “Skuggbilder” – en anmälen: www.samfundet-sverige-faroerna.se 19. okt. 2018
- November 2017:
- Sólfinn Hansen: “Skuggamyndir“. Varðin bd. 84, nr. 2, 2017. Ummælið kann takast niður her: 2017-11_Sólfinn Hansen_Ummæli_Varðin-Bind 84-hefti 2-2017
- Januar 2016:
- Vár í Ólavsstovu: “Skuggamyndir”. Skúlablaðið nr 1/2016. Ummælið kann takast niður her: 2016-01_Skuggamyndir_Ummaeli_Vár í Ólavsstovu
- Desember 2015 – Ummæli/Umrøða:
- Tann 2. desember varð stuttsøgusavnið “Skuggamyndir” umrøtt og ummælt í sendingini Mentanarkaféin (KVF). Í hesum sambandi hevði Suni Merkistein samrøðu við Ingun Christensen og Vár í Òlavsstovu ummælti savnið. Samrøðan og ummælið kunnu hoyrast niðanfyri:
Umrøða
- Mai 2022:
- Grein í Sosialinum 27. mai 2022 har eg hevði samrøðu við Danial Viðoy í samband við ungdómsskaldsøguna Sólgrátur og tað at skriva. Greinin kann lesast her:
- Mai 2022:
- Mai 2022:
- Grein í Føroyar Lesa í samband við útgávuna av ungdómsskaldsøguni Sólgrátur. Greinin kan lesast her: 2022-05_Sólgrátur_Grein í Føroyar Lesa
- Oktober 2019:
- Hósdagin 3. oktober luttók eg í mentanarsendingini Nón hjá Kringvarp Føroya, har eg tosaði við Lív Mikkelsen um tilgongdina at skriva bøkurnar Løgmansdóttirin á Steig og Húsfrúgvin í Húsavík, ið báðar eru grundaðar á søgn.
- Tíverri fingu vit ikki viðgjørt allar spurningarnar, tí sendingin undan okkum drýggjaði út, og brotið gjørdist sostatt styttri enn ætlað. Men vit komu so ígjøgnum fleiri av spurningunum, og brotið frá sendingini kann hoyrast á ljóðfíluni niðanfyri. Ein rætting: Løgmansdóttirin Elin Katrina Lamhauge og presturin Clement Jensen Follerup eru trúlovaði í søguni hjá mær og ikki í søgnini, sum eg ótilvitað segði skeivt í beinleiðis samrøðuni.
- November 2018:
- Silja Aldudóttir: “Marin og Hjartavætturin” – grein í Bókajól 2018. Kann lesast her: 2018-11_Grein_Bókajól 2018_Marin og Hjartavætturin
- Mars 2018:
- Stuttsøgusavnið Skuggamyndir er nú týtt til Skuggbilder á svenskum og kemur ætlandi út í Svøríki í august 2018. Tað er svenskarin Joakim Lilljegren, ið hevur týtt stuttsavnið. Joakim Liljegren hevur skrivað eina grein, har hann m.a. greiðir frá gongdini at týða úr føroyskum til svenskt. Greinin er tøk her: 2018-03_Att översätta från färöiska_Grein_Joakim Lilljegren
- November 2017:
- Silja Aldudóttir: “Annika í Dímun – ein sagnarkvinna sleppur til orðanna”. Grein í Skúlablaðnum 6/2017. Greinin stendur eisini í Bókajól 2017, Sosialurin 15. november. Greinin kann lesast her: 2017-11_Silja Aldudóttir_Grein í Skúlablaðnum 6-2017
- Oktober 2017 – Umrøða/framløga:
- Tað er altíð stuttligt, tá tað, tú skrivar, verður lisið og ikki minst, sum í hesum førinum brúkt í einari uppgávu í skúlahøpi. Lilja S. Andreassen gongur í 8. flokki í skúlanum á Argjahamri og hevur gjørt eina skrivliga uppgávu í føroyskum, har hon valdi at skriva um nýggju bókina hjá mær “Annika í Dímum“. Í sambandi við uppgávuna skuldu næmingarnir eisini gera eina stutta framløgu á video. Upptøkan hjá Lilju viđ framløgu og ummæli er tøk niðanfyri:
- Mars 2017:
- Grein í Skúlablaðnum eftir Turið Kjølbro har tosað verður við bókavørð Lis G. í Jákupsstovu um mest læntu flokssett frá NÀMI seinastu árini. Sambært hesum hava Rani I og II báðar ligið á TOPP 10-listanum yvir mest læntu bøkur í 2015 og 2016 á Miðdeildini. Rani I – Ein nýggj byrjan hevur ligið nr. 1 á listanum bæði í 2015 og 2016, meðan Rani II – Vár og vónir hevur ligið sum nummar 3 í 2016. Greinin kann lesast her: Rani I og II_Flokssett_NÁM.
- Juni 2015:
- Grein í Skúlablaðnum í samband við samrøðu, sum Lydia Didriksen hevði við meg og Helle Thede Johansen á Bókadøgunum 2014 um tað, at skriva samtíð-arbarnabøkur. Turið Kjølbro hevur skrivað greinina, ið kann lesast her: 2015-06_Skúlablaðið_Grein_ At skriva samtíðarbarnabøkur
- Juni 2014:
- Samrøða við Elin í Stórustovu í sendingini Summarmorgun (KVF) í samband við barnabókina “Rani I – Ein nýggj byrjan”. Samrøðan kann hoyrast niðanfyri:
- November 2013:
- Turið Kjølbro: “Kann ikki ímynda mær ein heim uttan bøkur“. Grein í Bókajól 2013 í Sosialinum. Greinin snýr seg eisini um listakvinnuna Herdis Jakobsen, ið hevur myndprýtt bókina Eiturkoppaprinsessan. Greinin kann lesast her: 2013-11_Umrøða_Bókajól í Sosialinum
- Desember 2010:
- Beata L. Samuelsen: “Garðvættrar gera uppreistur á jólum”. Grein í Dimmalætting desember 2010 og kann lesast her: 2010-12_Grein í Dimmalætting