
Á Kunoynni eru 11 fjøll sambært Fjallalistanum. Seks av teimum eru eisini millum 10 tey hægstu í Føroyum: Kúvingafjall (830m), Teigafjall (825m), Kunoyarnakkur (819m), Havnartindur (818m), Urðafjall (817m) og Middagsfjall (805m). Lægsta fjall á oynni er Klettur við 444 metrum. Á sjónbandi niðanfyri síggjast myndir frá nøkrum fjallatúrum á oynni.
Urðafjall (817m), Suður á Nakki (703m), Galvsskorarfjall (768m) og Klettur (444m):