Enniberg & Judo

Hvat hava Enniberg og judo viðhvørt annað at gera, undrast kanska onkur. ALT! Í hvussu er, tá ið mann jagstrar ein fjallatind sama dag, sonurin skal í FM finaluna í judo. Fjallatúrurin tók 3-4 tímar, hevði eg fingið at vita. So eg roknaði út, at um eg byrjaði at ganga um kl. 09:00 um morgunin, so kláraði eg at vera á Ítróttarhøllini á Hálsi kl. 14:00. Møguliga kláraði eg eitt skjótt brúsubað áðrenn. Um ikki, mátti eg óvaskað avstað.

Sjálvandi var eg eitt sindur seinkað akkurát hendan morgunin, eg skuldi skundað mær. Eg skuldi fylgjast við tveimum øðrum fjalladamum. Men eg var skjótt greið yvir, at meira tempo skuldi á, um eg skuldi klára judofinaluna í Havn. Eg koyrdi turbo á, og skjótt hvurvu hinar báðar … ella var tað eg í mjørkaflókunum, ið rókust aftur og fram. Eg steðgaði av og á at vita, um eg sá nakað til tær. Men tær vóru sporleyst horvnar. Eg sá tær ikki aftur, fyrr enn eg hevði verið úti á Ennibergi, har eg var so heppin at hitta ein ungan mann úr Kenya, ið hjálpti mær at próvfesta, at eg hevði verið á hægsta punktið á Ennibergi við fleiri myndatøkum. Síðan fór eg eftir smølu rókini, onkustaðni á øllum fýra, við tunguni mitt í munninum, tí traðkaði eg skeivt og gleið oman, kom eg ongan veg til nakrað judofinalu. 

Eg kom heilskapað frá Ennibergi, hitti langt um leingi báðar fjalladamurnar aftur, fekk sagt hey og farvæl og tuskaði so víðari avstað framvið varðum og útlendingum á veg út á Enniberg. Umleið kl. 11:50 sat eg í bilinum og drønaði suðureftir. Eingin løgregla á vegnum, tíbetur, og túrurin tók ein tíma. Hitti sonin í úthurðini – hann var ávegis til Havnar. Eg leyp undir brúsuna, haldi ikki tað tók meir enn ein minutt. Ikki meir enn komin undan brúsini, tá ringdi forkvinnan í Sunda Judofelag at vita, hvar sonurin hjá mær bleiv av, tí tey vóru byrjaði. Blóðtrýstið, ið frammanundan var í hægra endanum, fresaði  enn longur upp, og eg sá fyri mær, at sonurin tapti dystin orsakað av væntandi uppmøting.

Eg skræddi meg í klæðini, hárið í ein hesthala, og so út í bilin. Mamma skuldi við og var ikki meir enn komin í bilin, so speedarin í botn suðureftir. Nú var spurningurin, um sonurin var komin til tíðina, og um vit kláraðu at síggja finaluna. Sjálvandi rendu vit okkum í ein bilhala, sum seinkaði okkum ein stóran part av túrinum. Orðini, ið streymaðu úr mær, vóru als ikki borðbar, men eingin hoyrdi uttan mamma. Í tunlinum ringdi eg forkvinnuna upp fyri at vita, hvussu vorðið var. Jú, alt var væl vorðið. Finalan hjá soninum var ikki byrjað enn, men tað kundi verða skjótt.

Komin til ítróttarhøllini leyp mamma úr bilinum, meðan eg fann eitt P-pláss. Ein bilur frammanfyri kundi ikki bestemma seg til, hvar hann skuldi parkera, so eg gav honum eitt ordans floyt, tí sovorði døllarí hevði eg absolutt ikki tíð til. Ein sera týdningarmikil finala bíðaði, um hon ikki var farin í gongd ella longu var liðug.

So tuskandi inn í ítrótthøllina við mammu í hølunum. Fann sitipláss við síðunar av forkvinnuni, sum kundi sissa meg við, at finalan hjá sonurin slettis ikki var byrjað enn. Eg gearaði spakuliga niður. Náddi at síggja aðrar dystir, drekka kaffi og eta lagkøku. Haldi tað gekk væl meir enn tímin, áðrenn sonurin átti tørn. Tá reyk blóðtrýstið aftur upp ígjøgn.

Sonurin kom heim við tveimum medaljum – einari í silvuri og hinari í bronsu. Eg fekk ikki eina tað einastu, hóast túrurin út á Enniberg bert tók mær umleið 2½ tíma – altso ½ til 1½ tíma skjótari enn mett var. Kanska havi eg sligið rekord uttan at vita tað. Men sama ger – medaljurnar hjá soninum vóru alt tuskaríið vert, og eg gjørdist ein sera errin og glað mamma henda dagin.

20190427_10182620190427_10221020190427_10532520190427_105648