Brot úr bókini: “Fingurin darraði ein løtu í luftini, til hon trýsti á boðini: Tín forbannaða bitch. Tú ert líka so forbannað svøk í høvdinum sum handan svaka papmamman hjá tær. Tað hvepti seg í henni. Hon átti ikki at latið sovorðið rakt seg hvørja ferð, men tað gjørdi tað.”
Ungdómsskaldsøgan Sólgrátur snýr seg um tannáringin Aud, sum hevur ymiskt at stríðast við. Hon er ættleidd og hevur annan húðalit, og í hesum sambandi upplivir hon happing og rasismu bæði í og uttan fyri skúlan, har hon eitt nú fær hatursboð og uppringingar frá ókendum telfonnummari. Tá ið besta og einasta vinkonan flytir inn til býin, kennir hon seg enn meira einsamalla.
Hvør er tað sum ringir og sendir hatursboð? Hví skal akkurát hon hava eina mammu, sum ofta liggur í songini, tí hon ikki hevur tað gott sálarliga? Hví skal akkurát hon vera ættleidd?Aud ger sær nógvar tankar um lívið, sum hon als ikki heldur vera lætt. Og alt gert bara verri. Louisa fastir hevur eina ferð sagt, at lívið er sum ein russjibani. Kann mann fara út av eggini?
Høvundur: Ingun Christensen.
Bók fyri ung / vaksin * 166 síður * Myndprýtt: Høgni Egholm Magnussen * Útgávuár: Apríl 2022 * Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags.
Bókin kann keypast í bókhandlum og í Bókamiđsøluni.
Bloggur frá útgávutiltakinum 3. mai 2022 kann lesast her.
Ummæli
- Mai 2022:
- Arnbjørn Dalsgarð: Ummæli í Sosialinum 20. mai 2022 av “Sólgrátur” kann takast niður her: Sólgrátur_Lívið er strævið_Ummæli í Sosialinum 20. mai 2022
- Mai 2022:
- Olivia Reinert Joensen: Ummælið í Strok av “Sólgrátur” kann takast niður her: 2022-05_Ummæli í Strok_Sólgrátur
Umrøða
- Mai 2022:
- Grein í Sosialinum 27. mai 2022 har eg hevði samrøðu við Danial Viðoy í samband við ungdómsskaldsøguna Sólgrátur og tað at skriva. Greinin kann lesast her:
- Mai 2022:
- Grein í Føroyar Lesa í samband við útgávuna av ungdómsskaldsøguni Sólgrátur. Greinin kan lesast her: 2022-05_Sólgrátur_Grein í Føroyar Lesa
- Mai 2022:
- Mánadagin 2. mai luttók eg í mentanarsendingini Nón hjá Kringvarp Føroya, har eg tosaði við Lív Mikkelsen um tilgongdina at skriva ungdómsskaldsøguna Sólgrátur. Sendingin kann hoyrast her.
Niðanfyri sært tú, hvat lesari/lesarar hava skrivað um bókina. Tú ert eisini vælkomin at skriva í viðmerkingarteigin niðast um bókini – viðmerking/ummæli.
Olivia Reinert Joensen, 13 ár, skrivar soleiðis í sínum ummælið, ið stendur á klaffanum í bókini: “Bókin er ordiliga góð, hon er syrgilig og spennandi, og rithøvundurin dugir væl at lýsa kenslurnar hjá Aud, so lesarin kann liva seg inn í søguna. Søgan gongur fyri seg í Føroyum, men kundi eins væl verið onkra aðrastaðni. Mær dámar væl bókina, tí hon gevur mær nakað at hugsað um. Hetta er ein sera góð ungdómsbók, sum eg vil viðmæla øllum at lesa.”
LikeLiked by 1 person
Góða Ingun. Til lukku við útgávuni “Sólgrátur”
Vinaliga Gulla
LikeLiked by 1 person
Takk fyri, Gulla 🙂
LikeLike