Um meg

20170916_222421

Eg eiti Ingun Christensen og eri uppvaksin í einum tveymálsligum heimi við føroyskari mammu og donskum pápa. Eg veit ikki, um tað er haðani áhugin fyri máli stavar. Men mær hevur altíð dámað væl mál og havi tikið útbúgving sum korrespondentur í enskum/týskum og víðari útbúgving sum BA (Bachelor of Modern Languages and Business Studies) og ED (Den Erhvervssproglige Diplomuddannelse) í enskum. Harafturat havi eg eisini lisið spanskt á grundstøði. 

Bókmentir hava altíð havt ein stóran leiklut frá barni av, og eg havi altíð lisið nógv.

Hóast eg fyrst av álvara eri farin at skriva hesi seinastu árini, so hevur áhugin altíð ligið og prutlað í mær onkursvegna. Eg gjørdi mína fyrstu yrking sum tólv ára gomul og setti lag til. Síðani tá havi eg skrivað fleiri sangir í familjuhøpi – eitt nú til brúdleyp, konfirmatión, føðingardagar o.a.

Tað er nakað dragandi og spennandi at sameina hugflog og orðaspæl í kreativari skriving – at fortelja eina søgu, har tú ert skaparin og til tíðir eisini áhoyrarin/lesarin, tá søgan fer avstað við tær. 

Fyrstu ferð eg fekk nakað á prent var í blaðnum Kvinna í 2009, har eg skrivaði yrkingina “Trælabundin”. Síðan tá eru fleiri bøkur og stuttsøgur komnar út.