Í august 2018 gekk fjallatúrurin upp á Knúk (463m) og Ritafjall (641m). Vit gingu frá Leirvík upp á Knúk og haðani upp á Ritafjall. Serliga útsýnið frá Ritafjalli er fantastiskt. Vit gingu niður eftir einari rás Gøtumegin, ið var rættiliga brøtt, men komu oman í øllum góðum.
Síðan hittust vit við nøkrum av teimum “Mergjaðu” við Magnstøðina í Syðrugøtu. Marion Leifsdóttir hevði skipað fyri túri upp á Tyril (639m). Vit koyrdu til Kambsdal, har bilarnir vóru settir og gingu uppá haðani. Ein deiligur túrur við sum sagt nøkrum mergjaðum damum.
Nakrar myndir frá báðum túrunum.



