Tiltøk
- Mai 2022:
- Tann 12. mai skipaðu FarLit og Rithøvundafelag Føroya fyri einum tiltaki fyri rithøvundar og forløg á Hotel Brandan, har høvið var at hoyra um útgávu av føroyskum rithøvundum í Danmark, og um at ritstjórna og at verða ritstjórnað/-ur. Á tiltakinum hevði fyrrverandi ritstjóri á Bókadeild Føroyar Lærarafelags Marna Jacobsen framløgu um tað at ritstjórna, Ingun Christensen (undirritaða) luttók í samrøðu við Silju Aldudóttir, ritstjóra á Bókadeildini, um hvussu tað er at vera ritstjórnað, Hugin Eide, sum í mong ár rak forlagið Torgard í Danmark, hevði framløgu um, hvat skal til at sleppa upp um donsku útgávugáttina, og at enda hevði danska forlagið Jensen & Dalgaard eina framløgu um “Lyn-crash course i det danske forlagslandskab”.
- Mai 2022: