Útgáva

Útgávutiltak við drama

Mynd 5_FBÍ samband við nýggju ungdómsskaldsøgu mína Sólgrátur var skipað fyri útgávutiltaki í Reinsarínum í Havn týskvøldið 3. mai kl. 20:00. Eitt kvøld, sum hevði sín part av drama. Eg veit ikki, um tað var tí, at vinkan Eyð Matras við sínari sjónleikara bakgrund hevði samrøðuna við meg, ella um tað var heitið á bókini hjá mær, Sólgrátur, sum byrti til ein av dramatisku hendingunum á pallinum, har vit sótu – sól og hiti kunnu jú sum kunnugt byrta eld í. Í hvussu er mundi stearinljósið á borðinum sett eld í pappírini hjá Eyð, hevði ikki eitt vaki fólk frá Bókadeildini komið upp á pallin og gjørt vart við hetta.

Hóast eitt sindur av drama, so gekk restina av kvøldinum rímiliga friðarliga fyri seg, og eg vil takka øllum tykkum, sum komu og vóru við til at gera kvøldið so hugnaligt og ikki minst Bókadeild Føroya Lærarafelags, ið skipaði fyri tiltakinum, sum byrjaði við, at Turið Kjølbro, ritstjóri, hevði eina vælkomstrøðu, har hon m.a. segði eitt sindur um nýggju bókina og mítt høvundavirksemi, og sum endaði við góðum tónum frá Ragnar Finsson. Aftaná tiltakið høvdu fólk høvi at ogna sær nýggju bókina.

Ein vinkona og svágurin vóru so fitt at senda mær hesar myndirnar frá útgávutiltakinum:

Á myndini niðanfyri sæst stearinljósið brenna so lystiliga beint í pappírini hjá Eyð, sum hava fingið svartar blettir….

Mynd 1_FB

Sonurin tók meg av bóli við einum vøkrum blómutyssi aftan á útgávutiltakiðMynd 4_FB

Ger eina viðmerking