Rani flytir út á bygd saman við mammuni og systrini. Pápin og mamman eru skild, og nú skal Rani byrja av nýggjum á heilt øðrum staði og finna sær aðrar vinir.
Hetta er ikki lætt, tí at fleiri av nýggju floksfelagunum hyggja at honum við alt annað enn blíðum eygum. Tað hevur við sær, at samstundis sum Rani skal berjast við longsulin eftir pápanum og sorgina yvir, at foreldrini ikki longur eru saman, skal hann eisini stríðast við at fóta sær í spildurnýggjum umhvørvi.
Høvundur: Ingun Christensen.
Barnabók * Aldur 9-12 ár * 80 síður * Myndprýtt permu: Herdis Jakobsen * Útgávuár: Juni 2014 * Forlag: Bókadeild Føroya ærarafelags.
Bókarøð við 2 bókum:
- Rani I – Ein nýggj byrjan
- Rani II – Vár og vónir
Bókin kann keypast í bókhandlum og í Bókamiđsøluni.
August 2016: Bókarøðin um Rana fæst nú eisini sum ljóðbøkur: Rani I & Rani II.
Umrøða / Ummæli
- November 2020:
- Næmingur í 9. fl. í Skúlanum á Skúlatrøð hevur ummælt bókina um “Rani I – Ein nýggj byrjan”. Ummæli kann lesast her: 2020-11-09_Ummæli_Skúlin á Skúlatrøð_Rani I – Ein nýggj byrjan
- Sí annars ummælið á heimasíðu skúlans her.
- Januar 2017:
- Lesiringurin í 4. flokki í Skúlanum á Skúlatrøð hevur ummælt bókina um Rana “Rani I – Ein nýggj byrjan”. Gleðiligt at fáa ummæli frá ungu lesararnum, ið bókin er ætlað til. Ummæli kann lesast her: 2017-03-03_Ummæli_Skúlin á Skúlatrøð_Rani II – Vár og vónir
- Sí annars ummælið á heimasíðu skúlans her.
- Mars 2017:
- Grein í Skúlablaðnum eftir Turið Kjølbro har tosað verður við bókavørð Lis G. í Jákupsstovu um mest læntu flokssett frá NÀMI seinastu árini. Sambært hesum hava Rani I og II báðar ligið á TOPP 10-listanum yvir mest læntu bøkur í 2015 og 2016 á Miðdeildini. Rani I – Ein nýggj byrjan hevur ligið nr. 1 á listanum bæði í 2015 og 2016, meðan Rani II – Vár og vónir hevur ligið sum nummar 3 í 2016. Greinin kann lesast her: Rani I og II_Flokssett_NÁM.
- Juni 2014:
- Samrøða við Elin í Stórustovu í sendingini Summarmorgun (KVF) í samband við barnabókina “Rani I – Ein nýggj byrjan”. Samrøðan kann hoyrast niðanfyri:
Upplestur
- Oktober 2015 – Upplestur:
- Upplestur í Barnaútvarpinum (KVF) í 10 pørtum. Upplesari: Lív Højsted Horsdal.