Stuttsøgusavn fyri ung/vaksin
Hesar níggju stuttsøgurnar hava støði í okkara gerandisdegi og samtíð. Tær flættast inn í hvørja aðra og vísa, at vit á ein ella annan hátt hava ávirkan hvør á annan. Tað, vit hoyra og síggja, fjalir tíðum nakað, sum vit einki vita um, ella bert kenna partvíst.
Vit hitta unga drongin, sum roynir at liva upp til krøvini frá umhvørvinum; kvinnuna í reyða regnfrakkanum, sum fer til arbeiðis í línbúðini við eymum handliði; mannin við yvirskegginum, sum spakuliga er við at bróta út úr hylki sínum; myrkhærdu gentuna, sum kennir seg fangaða og hevur trupult við at finna fótafesti; tann brúnoygda mannin, ið kennir eyguni á síðumanninum at vera óunnilig; gomlu lærarinnuna, ið mátar og vigar øll í bussinum; gamla mannin, ið trúliga vitjar konu sína á ellisheiminum; ungu mammuna, sum stríðist við at fáa gerandisdagin at hanga saman, og tónleikaran, ið fær tey ungu kvinnuhjørtini at banka.
Høvundur: Ingun Christensen.
Stuttsøgusavn * Ung / vaksin * 78 síður * Myndprýtt permu: Høgni Egholm Magnussen * Útgávuár Oktober 2015. Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags.
Mál:
Føroyskt – Svenskt
Skuggbilder
Svenskt forlag september 2018: Fri Press * Týđari: Joakim Lilljegren * Myndprýtt permu: Sara Lundstedt.
Ummæli
- Februar 2019:
- Bo Bjelvehammar: Resans formler och innehåll. Ummælið av “Skuggamyndir” í svenska mentanartíðarritinum Magasin Opulens.
- Oktober 2018:
- Rune Bengtsson: “Skuggbilder” – en anmälen: www.samfundet-sverige-faroerna.se 19. okt. 2018
- November 2017:
- Sólfinn Hansen: “Skuggamyndir“. Varðin bd. 84, nr. 2, 2017. Ummælið kann takast niður her: 2017-11_Sólfinn Hansen_Ummæli_Varðin-Bind 84-hefti 2-2017
- Januar 2016:
- Vár í Ólavsstovu: “Skuggamyndir”. Skúlablaðið nr 1/2016. Ummælið kann takast niður her: 2016-01_Skuggamyndir_Ummaeli_Vár í Ólavsstovu
- Desember 2015 – Ummæli/Umrøða:
- Tann 2. desember varð stuttsøgusavnið “Skuggamyndir” umrøtt og ummælt í sendingini Mentanarkaféin (KVF). Í hesum sambandi hevði Suni Merkistein samrøðu við Ingun Christensen og Vár í Òlavsstovu ummælti savnið. Samrøðan og ummælið kunnu hoyrast niðanfyri:
Umrøða
- Mars 2018:
- Stuttsøgusavnið Skuggamyndir er nú týtt til Skuggbilder á svenskum og kemur ætlandi út í Svøríki í august 2018. Tað er svenskarin Joakim Lilljegren, ið hevur týtt stuttsavnið. Joakim Liljegren hevur skrivað eina grein, har hann m.a. greiðir frá gongdini at týða úr føroyskum til svenskt. Greinin er tøk her: 2018-03_Att översätta från färöiska_Grein_Joakim Lilljegren
Upplestur
- Januar 2016:
- Tríggjar søgur úr stuttsøgusavninum “Skuggamyndir” lisnar upp í Kringvarpi Føroya 17. januar 2016: 1) “Maðurin við yvirskegginum” , 2) “Kvinnan við barnavogninum” og 3) “Gráhærdi maðurin”. Upplesari: Ingun Christensen. Stuttsøgan “Gráhærdi maðurin” er tøk niðanfyri:
1 thought on “Skuggamyndir”