Snjómánafólkið II – Friðleys

Friðleys er 2. bókin í tríverkinum Snjómánafólkið.

“Deyðin hevur fylgt mær, síðan eg var fødd.”

Er lagnan deyðin, nú Saga situr fangi í einum myrkum fangakliva í Mánatemplinum? Ætla prestinnurnar at ofra hana til mánagudinnuna Lunu ella lata hana upp í hendurnar á Haraldi Tummatongli, sum hevur lýst hana friðleysa fyri drápið á sonin? Ella kanska okkurt heilt triðja?

Saga veit, at tað endar við deyðanum, um hon ikki onkursvegna flýggjar úr templinum; sama templi hon flýggjaði úr sum smágenta. Men hvussu skal tað eydnast henni? Hon er leinkjað, vápnaleys og púra einsamøll í fíggindalandi. Vónloysi og vón berjast innan í henni, meðan hon spinnur eina ætlan, sum er vandamikil og kann enda við deyðanum.

Høvundur: Ingun Christensen.

Bók fyri ung / vaksin * 206 síður * Myndprýtt: Høgni Egholm Magnussen * Útgávuár: Oktober 2026 * Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags.

Umrøða