Tann 15. november var útgávutiltak á Bókadøgunum við nýggju ungdómsskaldsøguni Snjómánafólkið I – Rúnaspá. Rúnaspá er fyrsta bókin í tríverkinum um Snjómánafólkið. Sanna M. Klein, bókmentafrøðingur og miðnámsskúlalærari, hevði samrøðu við meg um bókina, og vit tosaðu m.a. um tilgongdina at skriva bókina og at brúka hugflogið. Bókin snýr seg í stuttum um 14 ára… Continue reading Rúnaspá – útgávutiltak
Rithøvundavitjan í Vestmanna skúla
Mikudagin var eg aftur á rithøvundavitjan - hesa ferð í 7. flokki í Vestmanna skúla, har eg tosaði við næmingarnar um sagnarbókina Húsfrúgvin í Húsavík Eisini tosaði eg eitt sindur við næmingarnar um tað at lesa. Umframt sjálvt lesiupplivilsi, kann ein bók eisini læra, kunna og víðka okkara sjónarring. Fleiri børn/ung í dag tíma ikki… Continue reading Rithøvundavitjan í Vestmanna skúla
Rithøvundavitjan í Glyvra skúla
Tann 1. november var eg á rithøvundavitjan í Glyvra skúla og tosaði við 3. a og b um bókina Húsfrúgvin í Húsavík, sum er grundað á søgnina við sama navni. Eg tosaði m.a. við næmingarnar um tilgongdina at skriva søguna, tosaði við næmingarnar um søguna og las nøkur brot upp, har vit eitt nú tosaðu… Continue reading Rithøvundavitjan í Glyvra skúla
Bókaprát í Bókabrell
Í samband við Bókadagarnar í Norðurlandahúsinum í november luttók eg í tiltakinum Bókabrell, har Oyvør Dam Jacobsen og Conny Rasmussen, ið báðar til dagligt starvast á Bókasavninum við Løkin, tosaðu við meg um nýggju skaldsøguna Vilstar Røtur og mítt høvundavirksemi. Samrøðan var tikin upp sum poddur og kann hoyrast her. Meira kann lesast um bókina… Continue reading Bókaprát í Bókabrell
Sensur-skurð
Eg las fyri stuttum, at nú koma bøkurnar hjá gomlu krimidrotningini Agathu Christie eisini undir SENSUR-SKURÐ eins og hjá fleiri øðrum (gomlum) høvundum seinastu árini. Orð sum orientalskur og innføddur skulu kutast úr talgildu útgávunum. Eg visti ikki av, at tað var nakað forgjørt í at vera ORIENTALSKUR ella INNFØDDUR. Orientalskur er ein neyv allýsing… Continue reading Sensur-skurð
