Blog

Sensur-skurð

Eg las fyri stuttum, at nú koma bøkurnar hjá gomlu krimidrotningini Agathu Christie eisini undir SENSUR-SKURÐ eins og hjá fleiri øðrum (gomlum) høvundum seinastu árini. Orð sum orientalskur og innføddur skulu kutast úr talgildu útgávunum.

Eg visti ikki av, at tað var nakað forgjørt í at vera ORIENTALSKUR ella INNFØDDUR. Orientalskur er ein neyv allýsing av einum persóni, sum kemur úr Eysturheiminum. Innføddur er ein persónur, sum er føddur í einum landi – eg eri t.d. fødd og uppvaksin í Føroyum. Ein innføddur kann eisini vera ein persónur, sum hoyrir til ein ávísan samfelagsbólk. Eg haldi, at heimføddur hevur ein nógv meira stoytandi samtekst, um vit nú skulu hyggja eftir týdninginum av orðunum.

Eg las nógvar Agathu Christie bøkur sum yngri. Havi eisini sæð fleiri av bókunum filmaðar. Eg var eitt sindur av einum Agatha Christie fjeppara. Men eg havi ONGANTÌÐ og eri IKKI ein SENSUR-fjeppari. Hvat høvundar hava skrivað og givið út í einari farnari tíð skal eftir mínari meining sleppa at standa. Soleiðis hevur mann brúkt orðini tá ið tíðini – ein TÍÐARMYND av skrivaða orðinum. So er líkamikið um SUMMI halda orðið/orðini vera stoytandi ella okkurt annað í dag – tey kunnu bara lata vera við at lesa bøkurnar.

Vit eru altsamt vorðin – ikki bara í Føroyum, men runt um í heiminum –  eitt SENSUR-samfelag, har skrivaða og talaða orðið verður alsamt avmarkað av FORNERMISLIGUM-SENSUR-FJEPPARUM. Tú mást IKKI SIGA ella SKRIVA hetta ella hatta, tí tað er STOYTANDI upp á hendan ella handan máta. At taka ATLIT til kenslurnar hjá hesum og hasum til hetta og hatta er vorðið so blást upp, at vit skulu sikksakka runt fyri ikki at STOYTA nakran.

Skemtarar á palli fáa eisini spannir av galli oman yvir seg, tí skemtið er STOYTANDI. Eg helt, at skemt skuldi vera STOYTANDI og FREKT upp á ein humorisktiskan máta og skuldi rista eitt sindur í okkum.

Eg haldi, tað er so RÆÐULIGA STRÆVIÐ við hesum SENSURINUM. Eg havi hug at SENSURERA SENSURIN.

Eg havi hugsað, um ONKUR man fara at finna okkurt STOYTANDI í mínum bókum um nøkur/fleiri ár og vil hava okkurt sensurerað … ella møguliga hevur okkurt orð  longu STOYTT ONKRAN. Kanska skuldi eg gjørt ein klausul í mínum testamenti, at EINGIN sleppur at broyta eitt orð ella komma í mínum bókum aftaná, at eg eri deyð … eg vil vissa meg um, at eingin ORÐ-SKURÐUR verður gjørdur, um nú orðið/orðini skuldu blivið STOYTANDI um 10, 20, 30 ár ella meir.

Um onkur verður STOYTTUR av hesum tekstinum BE MY GUEST!!!

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s