Blog, Tiltøk

Eitt herðaklapp

10_Bókhandlaravirðislønin

Bókadagarnir 2022 eru farnir aftur um bak. Í ár gjørdust teir serliga hendingaríkir fyri meg.

Mikudagin tann 16. november luttók eg í einum skúlatiltakið, sum Føroyar Lesa skipaði fyri. Eilen Anthoniussen hevði samrøðu við meg um nýggju ungdómsskaldsøguna Sólgrátur, sum Bókadeildin gav út í mai í ár. Aftan á høvdu uppmøttu næmingarnir høvi at seta spurningar í samband við bókina. Eitt hugnaligt og stuttligt tiltak at luttaka í. 

Umframt tað luttók eg Hósdagin 17. november  saman við Kára Árting, formaður í Føroya Bókhandlarafelag, í mentanarsendingini Ljóarin í Kringvarpið Føroya, har Lív Mikkelsen var vertur. Í sendingini var vinnarin, sum var undirritaða 😉 av skaldsøgukappingini hjá Føroya Bókhandlarafelag avdúkað. Sendingin kann hoyrast her umframt eitt lítið tíðindabrot her

Sunnudagin 20. november var handanin av Føroyska Bókhandlaravirðislønini handað í Norðurlandahúsinum. Eg var tann hepni vinnarin av skaldsøgukappingini við handritinum Vilstar Røtur. Í dómsnevndini sótu Marianna Hoydal, Bergur Rasmussen og Kári Árting. Føroyska Bókhandlarafelagið lýsti við  skaldsøgukappingini í 2020, og heiðurslønin fevndi um eina peningaupphædd umframt ein útgávusáttmála við Forlag H.N. Jacobsens. Aftan á handanina hevði Malan Marnersdóttir eina samrøðu við meg um handritið. Síðani hevði eg eina hugnaliga løtu heima hjá mær sjálvari saman við familju og vinum. 

Eg byrjaði at skriva skaldsøguna fyrst í 2018, so handritið var komið nakað áleiðis, tá ið skaldsøgukappingin var lýst. Freistin at lata handritið inn var 1. mars 2022. Eg hugsaði, at tað kundi verið spennandi at luttikið og fekk soleiðis tað síðsta skumpið at gera hana lidna innan eina rímiliga tíð. Eg sendi handritið inn 28. februar, t.v.s. fáar dagar áðrenn freistin var úti. Eg hugsaði við mær sjálvum, at um eg ikki vann, kundi kortini verið møguleiki fyri at fáa handritið givið út sum bók.

Síðst í oktober fekk eg so eina uppringing, meðan eg sat til Ítriv. Tað var Kári Árting, sum fortaldi mær, at eg hevði vunnið skaldsøgukappingina. Tað var so óvæntað, at eg var púra paff. Góðir átta mánaðir vóru gingnir, síðani, eg lat handritið inn. Nógv vatn var runnið í ánni síðani tá. Mín fyrsta ungdómsskaldsøgu kom út í mai, har Bókadeildin skipaði fyri einum útgávutiltakið í Reinsarínum. Eg var longu í gong við at skriva eitt nýtt handrit. So, nei, tað var slettis ikki í mínum tonkum, at eg fór at vinna – eg hevði snøgt sagt ikki væntað tað.

Eg skal viðganga, at eg mundi ikki sovnað á náttini og gekk meir ella minni “high” í fleiri dagar og helt tað vera heilt óveruligt. Alt skuldi eisini haldast loyniligt til vinnarin var avdúkaður á Bókadøgunum. Eg fortaldi tað bert fyri foreldrunum, soninum og einari systir. Øll fingu tey strang boð um at einki at siga víðari. 

Handritið er skrivað í óløntari arbeiðstíð, so at fáa heiðurslønina gjørdi tað enn og størri. Ein heiðurs-/virðisløn er eitt herðaklapp, sum er deiligt at fáa viðhvørt, hóast tað ikki er avgerðandi fyri mín hug at skriva. Tað er sum ein góður fjallatúrur, sum bara gert enn meira fantastiskur ein sóldag. 

Tað, sum drívur meg, er brennandi hugurin at fortelja eina søgu, sum sjálvandi eisini hugtekur meg, meðan eg skrivi, annars hevði mann ikki hildið út at sitið soleiðis í tímavís, dagar, vikur, mánaðir og ár og skriva. Eg veit ikki altíð, hvar søgan ella persónarnir føra meg, tí er tað altíð spennandi at vita, hvat nú hetta ella hatta fer at enda við. 

Eitt stórt kvøld og ein stórur heiður fyri meg, sum eg eri sera, sera fegin og takksom fyri ❤

 

2 thoughts on “Eitt herðaklapp”

  1. Hjartaliga til lukku enn einaferđ Ingun 🙂 Eg bleiv ómetaliga glađ, tá eg hoyrdi, at tú hevđi vunniđ. Ein væl uppiborđin heiđur ella sigur, eftir alt tađ góđa tilfariđ, tú hevur latiđ úr hondum 🙂 Eg gleđi meg at sleppa at lesa bókina 🙂

    Like

Ger eina viðmerking