Ja, hvat er samanhangurin millum passión og pínslu? Tí orð eru ikki bara orð. Tey merkja nakað og kunnu hava ymiskan týdning alt eftir í hvørjum samanhangi, tey verða brúkt. Eisini knýta vit bæði myndir, kenslur og týdning at orðum. Tað gjørdi eg í hvussu er, tá ið eg las hesa yvirskriftina á Portalinum… Continue reading Passión og pínsla
Category: Blog
Sensur-skurð
Eg las fyri stuttum, at nú koma bøkurnar hjá gomlu krimidrotningini Agathu Christie eisini undir SENSUR-SKURÐ eins og hjá fleiri øðrum (gomlum) høvundum seinastu árini. Orð sum orientalskur og innføddur skulu kutast úr talgildu útgávunum. Eg visti ikki av, at tað var nakað forgjørt í at vera ORIENTALSKUR ella INNFØDDUR. Orientalskur er ein neyv allýsing… Continue reading Sensur-skurð
Eitt herðaklapp
Bókadagarnir 2022 eru farnir aftur um bak. Í ár gjørdust teir serliga hendingaríkir fyri meg. Mikudagin tann 16. november luttók eg í einum skúlatiltakið, sum Føroyar Lesa skipaði fyri. Eilen Anthoniussen hevði samrøðu við meg um nýggju ungdómsskaldsøguna Sólgrátur, sum Bókadeildin gav út í mai í ár. Aftan á høvdu uppmøttu næmingarnir høvi at seta… Continue reading Eitt herðaklapp
Mammudagur
Mammudagurin er farin afturum bak. Hann var síðsta sunnudag. Eg eri ikki voksin upp við, at hesin dagurin verður hildin sum ein fagnaðardagur. Av tí sama er hetta ikki ein dagur sum fyllir nógv í mínum huga, hóast eg sjálv havi verið mamma í yvir 21 ár ... og sjálv havi havt eina mammu enn… Continue reading Mammudagur
Tíðarleysar sagnarkvinnur
Hesar fýra sagnarbøkurnar komu út í ávikavist 2017, 2018 og 2019. Tær eru grundaðar á gamlar føroyskar sagnir og ymiskt skjalatilfar, men eina mest á hugflog. Tað serliga eyðkennið við søgnini er at tað er skaldskapur av mannamunni - t.v.s. eru munnligar frásagnir frá einari ætt í aðra. at tað eru frásagnir um fólk, ið… Continue reading Tíðarleysar sagnarkvinnur