Mikukvøldið 11. november skipaði Bókadeild Føroya Lærarafelags fyri útgávutiltakið á Reinsarínum í Havn av tveimum bókum: Friðleys, sum eg sjálv havi skrivað, og Nivi Naja, sum Elin á Rógvi hevur skrivað. Systrarnar Jóna og Olivia Reinert Joensen og Silja Aldudóttir úr poddvarpinum Ung lesa prátaðu við meg um bókina. Eitt hugnaligt kvøld við rithøvundasamrøðum og tónleiki.
Seinast, Elin og eg høvdu eitt útgávutiltak saman, var í 2014 í Gamla Bókhandli við ávikavist bókunum 112 Fuglafjørður og Rani – Ein nýggj byrjan.


