Mikukvøldið 11. november skipaði Bókadeild Føroya Lærarafelags fyri útgávutiltakið á Reinsarínum í Havn av tveimum bókum: Friðleys, sum eg sjálv havi skrivað, og Nivi Naja, sum Elin á Rógvi hevur skrivað. Systrarnar Jóna og Olivia Reinert Joensen og Silja Aldudóttir úr poddvarpinum Ung lesa prátaðu við meg um bókina. Eitt hugnaligt kvøld við rithøvundasamrøðum og… Continue reading Útgávutiltak í Reinsarínum
Bólkur: Útgáva
Skúlatiltak á bókadøgunum 2026
SNJÓMÁNAFÓLKIÐ - FYRI SKÚLAR: 7.-10. flokk & miðnám Norðurlandahúsið - 13. november - Kl. 10:30 Samrøða og upplestur Tak flokkin við til spennandi rithøvundaprát. Snjómánafólkið er nýtt ungdómstríverk eftir Ingun Christensen. Fantasy-røðin gongur fyri seg í jarnøldini. Fyrsta bókin Rúnaspá kom í 2025, og nú kemur onnur bók Friðleys. Í samrøðu við Eyð Matras fer Ingun… Continue reading Skúlatiltak á bókadøgunum 2026
Bókaprát í Bókabrell
Í samband við Bókadagarnar í Norðurlandahúsinum í november luttók eg í tiltakinum Bókabrell, har Oyvør Dam Jacobsen og Conny Rasmussen, ið báðar til dagligt starvast á Bókasavninum við Løkin, tosaðu við meg um nýggju skaldsøguna Vilstar Røtur og mítt høvundavirksemi. Samrøðan var tikin upp sum poddur og kann hoyrast her. Meira kann lesast um bókina… Continue reading Bókaprát í Bókabrell
Útgávutiltak við drama
Í samband við nýggju ungdómsskaldsøgu mína Sólgrátur var skipað fyri útgávutiltaki í Reinsarínum í Havn týskvøldið 3. mai kl. 20:00. Eitt kvøld, sum hevði sín part av drama. Eg veit ikki, um tað var tí, at vinkan Eyð Matras við sínari sjónleikara bakgrund hevði samrøðuna við meg, ella um tað var heitið á bókini hjá… Continue reading Útgávutiltak við drama
