Skúlatiltak á Bókadøgunum 2026 Myndir frá skúlatiltakinum, sum var á Bókadøgunum í Norðurlandahúsinum. Í samrøðu við Silju Aldudóttir greiddi eg frá bókarøðini Snjómánafólkið, sum er nýtt ungdómstríverk, ið gongur fyri seg í jarnøldini. Fyrsta bókin Rúnaspá kom í 2025, og onnur bókin Friðleys kom út í november 2026. Í einari hvørvisjón sær 14 ára gamla… Continue reading Skúlatiltak á bókadøgunum 2026
Útgávutiltak í Reinsarínum
Mikukvøldið 11. november skipaði Bókadeild Føroya Lærarafelags fyri útgávutiltakið á Reinsarínum í Havn av tveimum bókum: Friðleys, sum eg sjálv havi skrivað, og Nivi Naja, sum Elin á Rógvi hevur skrivað. Systrarnar Jóna og Olivia Reinert Joensen og Silja Aldudóttir úr poddvarpinum Ung lesa prátaðu við meg um bókina. Eitt hugnaligt kvøld við rithøvundasamrøðum og… Continue reading Útgávutiltak í Reinsarínum
Rúnaspá – útgávutiltak
Tann 15. november var útgávutiltak á Bókadøgunum við nýggju ungdómsskaldsøguni Snjómánafólkið I – Rúnaspá. Rúnaspá er fyrsta bókin í tríverkinum um Snjómánafólkið. Sanna M. Klein, bókmentafrøðingur og miðnámsskúlalærari, hevði samrøðu við meg um bókina, og vit tosaðu m.a. um tilgongdina at skriva bókina og at brúka hugflogið. Bókin snýr seg í stuttum um 14 ára… Continue reading Rúnaspá – útgávutiltak
Rithøvundavitjan í Vestmanna skúla
Mikudagin var eg aftur á rithøvundavitjan - hesa ferð í 7. flokki í Vestmanna skúla, har eg tosaði við næmingarnar um sagnarbókina Húsfrúgvin í Húsavík Eisini tosaði eg eitt sindur við næmingarnar um tað at lesa. Umframt sjálvt lesiupplivilsi, kann ein bók eisini læra, kunna og víðka okkara sjónarring. Fleiri børn/ung í dag tíma ikki… Continue reading Rithøvundavitjan í Vestmanna skúla
Rithøvundavitjan í Glyvra skúla
Tann 1. november var eg á rithøvundavitjan í Glyvra skúla og tosaði við 3. a og b um bókina Húsfrúgvin í Húsavík, sum er grundað á søgnina við sama navni. Eg tosaði m.a. við næmingarnar um tilgongdina at skriva søguna, tosaði við næmingarnar um søguna og las nøkur brot upp, har vit eitt nú tosaðu… Continue reading Rithøvundavitjan í Glyvra skúla
