Eg gleðist, hvørja ferð eg fái afturmelding frá lesarum – rís ella rós – hóast mær best dámar tað síðsta 😊 Í vikuni fekk eg eina heilt serliga afturmelding upp á stuttsøgusavnið Skuggamyndir frá einum lærara hjá einum 10. flokki á Tvøroyri. Tey høvdu lisið og arbeitt við savninum, og næmingarnir endaðu við at skriva… Continue reading Eitt stuttsøgusavn fekk eina eyka søgu
Ein tonn og ein tannálva
Tá ið sonurin var minni, plagdi eg at skriva ymiskt niður, t.d. hendingar og ymiskt, sum hann segði – oftani kemur nógv stuttligt og herligt frá børnum. Tá ið hann varð konfirmeraður, bað eg systir mína gera okkurt kreativt við nøkrum av hesum, eg hevði skrivað, soleiðis at vit kundu brúka tað sum part av… Continue reading Ein tonn og ein tannálva
Skýming og skapan
Dagarnir styttast, og veturin sníkir seg spakuliga inn yvir okkum. Hóast mær betur dámar várið við sínum spírandi lívið og blómandi summarið við sínum ljósum nætum, so er eisini nakað serligt við ilsliga heystinum og kalda myrka vetrunum. Tann myrka tíðin gevur rúm fyri grundan og innhugsan. Eg fái tað eitt sindur sum snigilin -… Continue reading Skýming og skapan
Topp Føroyar á Føroya minstu oyggj
Lítla Dímun sæð frá Sandvík Tá eg vaknaði týsmorgunin tann 29. oktober 2019, hevði eg ikki hóming av, at hetta varð dagurin, har eg langt um leingi fekk Topp Føroyar. Síðani tann 24. juni, tá eg fekk Knúk á Borðoynni, hevði eg manglað Rávuna á Lítlu Dímun, sum var mítt síðsta fjall av teimum 340… Continue reading Topp Føroyar á Føroya minstu oyggj
Ein serlig løta
Ein serlig løta í gjár í Hósvíkar skúla, av tí at hetta m.a. var mítt fyrsta útgávutiltak í mínari heimbygd. Vindur og regn leikaði í uttanfyri og gjørdi bara løtuna innanfyri enn meira hugnaliga fyri mítt viðkomandi. Einki er sum at lurta ella siga frá søgum, tá ið veðurgudarnir eru í illfýsna lagnum. Tað vóru… Continue reading Ein serlig løta