Blog

Eg síggi tað ikki – ergo passar tað ikki

Eg síggi tað ikki, ergo passar tað ikki

Samansvørjingarteoriir sýnast at vera eitt vaksandi fyribrigdi. Talgildu miðlarnir gera tað lætt og óiva ómakaleyst at skriva/sleingja ymiskt út bæði um eitt og annað. Eg tími ikki at koma inn á valstríðið millum Trump og Biden, sum er so gjøgnumjaglað bæði so og so hesa seinasta tíðina í samband við ákærir um samansvørjing, valsvik v.m. Í staðin havi eg valt tvær konspiratiónsteoriir – eina rættiliga feska og eina við fleiri ár á baki.

Tað feska dømið er Coronafarsóttin, sum hevur herjað kring heimin í skjótt eitt ár. Sambært teimum, ið hella til hetta samansvørjingarfyribrigdið, eru útsøgnirnar ymiskar. Ein teori er, at corona-virussið slettis ikki er til – farsóttin er ein alheimssamansvørjing. Samansvørjingarviðhaldsfólk halda fast í hesum sjónarmiðið, hóast fólk eru deyð í hópatal, landamørk eru stongd og tilmæli verða givin um bæði hetta og hatta, soleiðis, at tamarhald kann havast á farsóttini, so hon ikki breiðir seg óneyðugt.

Eitt annað dømi er fyrsta mánalendingin í 1969, sum sambært konspiratiónsviðhaldsfólkum er ein stór lygn, ja, snøgt sagt ein samansvørjing. Í samband við sólarmyrkingina í Føroyum fyri nøkrum árum síðani var ein sending í KVF, har mann millum annað kom inn á mánalendingina í 1969. Eitt fólk segði seg ikki trúgva uppá, at mánalendingin nakrantíð hevði verið. Tað var ein samansvørjing, sum NASA stóð aftanfyri. Og viðkomandi persónur vildi undirbyggja sítt sjónarmið við m.a. at seta spurningin, hví NASA ikki hevði sent fleiri rúmdarfør við fólki upp á mánan síðan 1969.

Um viðkomandi persónur hevði sett seg meira nágreiniliga inn í hetta evnið, so hevði viðkomandi fingið upplýst, at í veruleikanum hava seks mannað rúmdarfør lent á mánanum í tíðarskeiðnum 1969-1973, og av hesum hava 12 astronautar gingið á sjálvum mánanum. Men sjálvandi, trýr mann ikki tí fyrstu mánalendingini, hvat er so kjansurin fyri at trúgva teimum 5 eftirfylgjandi, hóast fleiri túsund myndir finnast av hesum umframt sjónbandaupptøkur v.m.

Viðhvørt kann vera gott og ikki minst sunt at seta sær nakrar spurningar, t.d.:

  • Hvat eru sannlíkindini fyri, at ein heilur heimur skal gera eina samansvørjing um eina farsótt, sum slettis ikki er til? Einki samfelag vinnur nakað sum helst við hesum – tvørturímóti uppliva lond kring heimin m.a. stóran fíggjarligan miss um ikki kreppu, umframt at túsundtals fólk eru deyð. Harumframt er/verður frælsi hjá tí einstaka skert í ein ávísan mun um ikki heilt nógv summastaðni – eisini hjá valdsharrunum.
  • Ber til at fáa fleiri hundrað fólk upp í eina samansvørjing sum eitt nú mánalendingina – brúka ovurmikla tíð, orku og pengar upp á at byggja fleiri rúmdarfør, senda tey upp á mánan við sokallaðum følskum astronautum, taka túsundtals falskar myndir, sjónband v.m. ígjøgnum fleiri ár? Man NASA ikki hava meiri týdningarmiklar uppgávur at taka sær av enn at spilla tíð, orku og milliardir av pengum upp á eitt sovorði fullkomuliga vitleyst “show”? Sannlíkindini fyri, at fáa fleiri hundrað fólk at luttaka í einum slíkum leiki, uttan at nakar teirra fyrr ella seinni høvdu sagt sannleikan, er uttan iva sera lítil um ikki null.

Hesar samansvørjingarteoriirnar sýnast í summum føri nakað sum “Kejserens nye klæder” bara við øvutum fortekni: Fólkini søgdu, hvussu stásiligur búnin hjá keisaranum var, hóast hann gekk spillnakin eftir gøtuni. Soleiðis lótust tey at síggja nakað, sum ikki var har, til eitt smábarn segði: “Men hann er jú nakin!”

Tað er sunt við einum ávísum ivasemi í samband við ymiskt, sum hendir rundanum okkum, keldutilfar, útsøgnir, søgur úti í miðlunum/talgilda heiminum o.s.fr. Men at sáa eitt ovurhonds ivasemi um ymiskt, sum prógv er fyri og hendir rundanum ein, kann vera vandamikið. Tað skapar óvissu, misálit og kann elva til harðskap, og at ávísir bólkar eru fyri mannamuni.

Onglendingar hava eitt orð, sum eitur DELUSIONAL – tað merkir, at vera sannførdur um nakað ella hava sjónarmið, sum verða mótprógvað av veruleikanum ella skynsomum (rationellum) grundgevingum – stutt sagt, mann uppfatar ella trýr ikki tí, ið hendir rundanum ein, hóast dømir og prógv verða givin einum.

Tað er lætt at fara skeivur ella vera áhalsin, tá ið mann gongur við bindi fyri eygunum.

Ger eina viðmerking