Blog

Eg síggi tað ikki – ergo passar tað ikki

Samansvørjingarteoriir sýnast at vera eitt vaksandi fyribrigdi. Talgildu miðlarnir gera tað lætt og óiva ómakaleyst at skriva/sleingja ymiskt út bæði um eitt og annað. Eg tími ikki at koma inn á valstríðið millum Trump og Biden, sum er so gjøgnumjaglað bæði so og so hesa seinasta tíðina í samband við ákærir um samansvørjing, valsvik v.m.… Continue reading Eg síggi tað ikki – ergo passar tað ikki

Blog

Ein tonn og ein tannálva

Tá ið sonurin var minni, plagdi eg at skriva ymiskt niður, t.d. hendingar og ymiskt, sum hann segði – oftani kemur nógv stuttligt og herligt frá børnum. Tá ið hann varð konfirmeraður, bað eg systir mína gera okkurt kreativt við nøkrum av hesum, eg hevði skrivað, soleiðis at vit kundu brúka tað sum part av… Continue reading Ein tonn og ein tannálva

At skriva - At skapa, Bøkur, Blog

Skýming og skapan

Dagarnir styttast, og veturin sníkir seg spakuliga inn yvir okkum. Hóast mær betur dámar várið við sínum spírandi lívið og blómandi summarið við sínum ljósum nætum, so er eisini nakað serligt við ilsliga heystinum og kalda myrka vetrunum. Tann myrka tíðin gevur rúm fyri grundan og innhugsan. Eg fái tað eitt sindur sum snigilin -… Continue reading Skýming og skapan

Blog

Magic / Magi / Gandur

Orðið magic (enskt)/magi (danskt) kemur frá griska orðinum mageia og merkir í roynd og veru gandur, gandamáttur/gandakynstur, gívramegi, trølldómur ella rúnarmegi. Mageia er avleitt av griska navnorðinum magos, ið merkir gandakallur, trøllmaður ella rúnamaður.  Hóast vit hava orð á føroyskum fyri magic og magi, og týdningurin fyri so vítt er tann sami, so haldi eg kortini, at orðini magic og magi… Continue reading Magic / Magi / Gandur