Blog

Ein tonn og ein tannálva

Tá ið sonurin var minni, plagdi eg at skriva ymiskt niður, t.d. hendingar og ymiskt, sum hann segði – oftani kemur nógv stuttligt og herligt frá børnum. Tá ið hann varð konfirmeraður, bað eg systir mína gera okkurt kreativt við nøkrum av hesum, eg hevði skrivað, soleiðis at vit kundu brúka tað sum part av borðpyntinum. Hon og vermamma hennara funnu uppá at ramma hesar hendingarnar/útsøgnirnar inn, og tað lá so á borðunum til konfirmatiónina.

Í dag hanga rammurnar uppi á vegginum í kamarinum hjá soninum, sum nú má kallast at vera nærum vaksin, og tað, haldi eg, er nokk so stuttligt hjá honum at hava sum minnir.

Her er ein hending, sum tó ikki er komin í glas og rammu:

Sonurin var tá um 7 ára aldur og hevði mist eina lítla tonn í yvir-/undirmunninum. Henda tonnin skuldi sjálvandi eins og allar hinar mistu tennirnar leggjast undir koddan. Tá ið Tannálvan so hevði verið eftir tonnini, lá altíð eitt oyra eftir. Hetta kvøldið, vit skuldu leggja okkum at sova, gekk hann og fjasaði við hesari vælsignaðu tonn, og tað endaði við, at hon fór niður ímillum madrassuna og seingjargalvin. Hetta var ikki gott, og lagið gjørdist rættuliga ringt. Eg sigi so, at vit skulu finna okkurt spískt at fáa tonnina upp við. Hann skuldi sum altíð sjálvur royna og vildi ikki hava hjálp við tí úrslitið, at tonnin hvarv onkustaðni niðurímillum. Vit hugdu undir seingina at vita, um hon var dottin á gólvið, men har var eingin tonn, og vit sóu hana ongantíð aftur.

Lagið var sum vera man ringt. Sum plástur upp á sárið, bjóðaði eg honum ein vísdómsjaksul frá mær, sum eg hevði trekt út stutt frammanundan. Jú, tá gjørdist lagið beinanvegin betri. Eisini helt hann fyri, at jaksulin var so øðiliga stórur, so hann væntaði sær minst einar 50 krónur frá Tannálvuni. Hesin rættiliga stóri vísdómsjaksulin varð so pakkaður inn og lagdur undir koddan. Morgunin eftir var jaksulin eisini burtur, og ein 20 króna lág undir koddanum. Tað fall ikki í so góða jørð, tí sonurin helt tann stóra jaksulin vera nógv meiri verdan. Men børn gloyma sum sagt skjótt.

Ólukkutíð, so fann sonurin ein ella tveir dagar seinni sama jaksul á einari hill inni í stovuni hjá mær. Hann legði meg undir at hava tikið tonnina. Nú vóru góð ráð dýr. Eg royndi so at greiða honum frá, at kanska var Tannálvan komin aftur við jakslinum, tí hon hevði varnast, at tað var ikki hansara tonn. Hetta skuldi hann líka tyggja eitt sindur upp á. Vit samdust at enda um at leggja jaksulin undir koddan einaferð afturat og vita, hvussu leikur fór at verða. Jú, sanniliga, morgunin eftir var jaksulin burtur, og ein 20 króna lá undir koddanum. Og gott var lagið, tí nú hevði hann samanlagt fingið 40 krónur fyri jaksulin. Hesin ólukku jaksul kom ongantíð afturíaftur. Tannálvan mundi vera nøgd við hann kortini.

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s