
Søgan er grundað á søgnina um Katrin í Toftum. Søgnin er úr Hósvík frá síðst í 18. øld.
Søgan snýr seg um ungu bóndadóttrina Katrin, ið finnur eitt flættað silkiband, ein dagin hon hevur verið í haganum og mjólkað neytum. Eitt kvøldið stendur ein fremmandur maður fyri henni í fjósinum og vil hava silkibandið aftur. Men tað vil Katrin ikki, tí henni dámar bandið. Tá hon umsíður varnast, at hesin løgni maðurin er ikki ein heilt vanligur maður, huldumaður, vil hon geva manninum bandið aftur. Men nú vil huldumaðurin hava meir enn bandið og vil ikki lata Katrin fáa frið. Ein søga um kærleika, heidnar kreftir og kristindóm.
Høvundur: Ingun Christensen.
Bók fyri ung/vaksin * 88 síður * Myndprýtt: Kathrina Skarđsá * Útgávuár: September 2018 * Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags og NáM.
Bókin er partur av krabbarøðini hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags og Námi. Kann keypast í bókhandlum og í Bókamiđsøluni.
- FYRSTI PARTUR úr bókini kann hoyrast niðanfyri:
Niðanfyri sært tú, hvat lesari/lesarar hava skrivað um bókina. Tú ert eisini vælkomin at skriva í viðmerkingarteigin niðast um bókini – viðmerking/ummæli.
Nú havi eg lisið. Avbera vælskrivað og hugtakandi søga. At hon so gongur fyri seg í heimliga umhvørvinum í Hósvík ger hana serliga forkunnuga fyri okkum hósvíkingar. Tað setur heimbygdina í heilt annað perspektiv. Eg kenni eina trongd at fara oman í Gjónna at forvitnast……
Hjartaliga til lukku við bókini!
LikeLiked by 1 person
Stóra tøkk, Sólvá!
LikeLike