Magic / Magi / Gandur

Orðið magic (enskt)/magi (danskt) kemur frá griska orðinum mageia og merkir í roynd og veru gandur, gandamáttur/gandakynstur, gívramegi, trølldómur ella rúnarmegi. Mageia er avleitt av griska navnorðinum magos, ið merkir gandakallur, trøllmaður ella rúnamaður. 

Hóast vit hava orð á føroyskum fyri magic og magi, og týdningurin fyri so vítt er tann sami, so haldi eg kortini, at orðini magic og magi hava í týdninginum okkurt sveimandi og lætt – nakað gandakent knýtt at tí góða – sum tey føroysku samheitini mangla onkursvegna. Kanska er tað, tí gandur, gívur og trøll verða knýtt at tí meira dapra og óhugnaliga. Gívurin, gandakallurin ella trøllið hava sjáldan nakað gott í kvittanum. 

Kanska hevur tað eisini nakað við landafrøðina at gera. Hesar 18 veðurbardu oyggjarnar mitt úti í Atlantshavinum, har vindurin mangan skríggjar av øði, og havaldan harðliga buldrar ímóti bergi. Ella tá mjørkatámið trølsliga sníkir seg millum fjøll, steinar og hús og huldisliga avskeplar tað, eygað sær. Hetta er tann ráa náttúran. Hon kann so sanniliga vera dragandi og hugtakandi í øllum sínum veldi. Men hon hevur sjáldan hatta sveimandi lætta yvir sær. Hon er ov kraftmikil, ágangandi og trølslig. 

Men uttan mun til, um føroysku samheitini hava heilt tann sama týdningin ella ikki, so eru tey eins og onnur orð smáir gudar. Tey hava í veruleikanum stóra makt. Eins og náttúran kunnu tey vera bæði dragandi og hugtakandi. Tey skapa myndir í tínum og mínum høvdi, tá ið vit eitt nú lesa ella lurta eftir einari søgu. Tey kunnu fáa hjartað at duka av spenningi, fáa eyguni at tára og fáa sinnið í kók. Soleiðis kunnu tey ganda okkum inn í ein annan heim við sínum trølsliga gandamátti og rúnarbinda okkum við sínum gandakynstri. 

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s