Dagarnir styttast, og veturin sníkir seg spakuliga inn yvir okkum. Hóast mær betur dámar várið við sínum spírandi lívið og blómandi summarið við sínum ljósum nætum, so er eisini nakað serligt við ilsliga heystinum og kalda myrka vetrunum. Tann myrka tíðin gevur rúm fyri grundan og innhugsan. Eg fái tað eitt sindur sum snigilin -… Continue reading Skýming og skapan
Tag: Húsfrúgvin í Húsavík
Ein serlig løta
Ein serlig løta í gjár í Hósvíkar skúla, av tí at hetta m.a. var mítt fyrsta útgávutiltak í mínari heimbygd. Vindur og regn leikaði í uttanfyri og gjørdi bara løtuna innanfyri enn meira hugnaliga fyri mítt viðkomandi. Einki er sum at lurta ella siga frá søgum, tá ið veðurgudarnir eru í illfýsna lagnum. Tað vóru… Continue reading Ein serlig løta
Nýggjar bøkur: Húsfrúgvin og Løgmansdóttirin
Tvær nýggjar bøkur grundaðar á søgn og annað skjaltilfar, men mest grundaðar á hugflog. Húsfrúgvin í Húsavík er ivaleyst tann kendara av hesum báðum sagnarkvinnunum. Guðrun Guðleiksson fødd Sjúrðardóttir var ættað úr Noregi og giftist við bóndasoninum Arnbirni Guðleiksson ættaður úr Húsavík. Pápi Guðrunar, Sjúrður Hjalt, var mætur handilsmaður í Noregi og átti stórar ognir… Continue reading Nýggjar bøkur: Húsfrúgvin og Løgmansdóttirin