Blog

Ein serlig løta

Ein serlig løta í gjár í Hósvíkar skúla, av tí at hetta m.a. var mítt fyrsta útgávutiltak í mínari heimbygd. Vindur og regn leikaði í uttanfyri og gjørdi bara løtuna innanfyri enn meira hugnaliga fyri mítt viðkomandi. Einki er sum at lurta ella siga frá søgum, tá ið veðurgudarnir eru í illfýsna lagnum. Tað vóru… Continue reading Ein serlig løta

Blog

Nýggjar bøkur: Húsfrúgvin og Løgmansdóttirin

Tvær nýggjar bøkur grundaðar á søgn og annað skjaltilfar, men mest grundaðar á hugflog.  Húsfrúgvin í Húsavík er ivaleyst tann kendara av hesum báðum sagnarkvinnunum. Guðrun Guðleiksson fødd Sjúrðardóttir var ættað úr Noregi og giftist við bóndasoninum Arnbirni Guðleiksson ættaður úr Húsavík. Pápi Guðrunar, Sjúrður Hjalt, var mætur handilsmaður í Noregi og átti stórar ognir… Continue reading Nýggjar bøkur: Húsfrúgvin og Løgmansdóttirin