Blog

Ein serlig løta

Ein serlig løta í gjár í Hósvíkar skúla, av tí at hetta m.a. var mítt fyrsta útgávutiltak í mínari heimbygd. Vindur og regn leikaði í uttanfyri og gjørdi bara løtuna innanfyri enn meira hugnaliga fyri mítt viðkomandi. Einki er sum at lurta ella siga frá søgum, tá ið veðurgudarnir eru í illfýsna lagnum.

Tað vóru serliga 3 bøkur, ið vóru í miðdeplinum: Marin fær ein lítlabeiggja, ið er ein barnabók og kom út beint áðrenn summarfrítíðina. Og so tvær nýggjar skaldsøgur grundaðar á søgn: Húsfrúgvin í Húsavík og Løgmansdóttirin á Steig, ið báðar akkurát eru komnar út og eru fyri ung/vaksin.

Silja Aldudóttir, marknaðarfólk á Bókadeildini, fortaldi eitt sindur yvirskipað um bøkurnar hjá mær, sum eru komnar út ígjøgnum árini. Síðan fortaldi eg eitt sindur um nýggju bøkurnar og læs brot upp úr Marin fær ein lítlabeiggja og Løgmansdóttirin á Steig.

Eg takki Sunda kommunu fyri at bjóđa mær at luttaka á Mentanardøgunum og leggja høli til og Bókadeild Føroya Lærarafelags fyri at skipa fyri tiltakinum og øllum tykkum – stór sum smá – ið góvu tykkum stundir til at koma at lurta og ikki minst ogna tykkum eina og fleiri bøkur og vóru við til at gera løtuna so sera hugnaliga.  

Áhugaði kunnu lesa meira um tilgongdina og annað í samband við at skriva skaldsøgurnar um Húsfrúnna og Løgmansdóttrina á hesum leinki: https://inguncblog.com/2019/09/08/husfrugvin-og-logmansdottirin/

Myndir frá tiltakinum

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s